Viðmerking til kjakið um fosturtøku

Bárður á Lakjuni: 25. oktober 2004

Ja, so kyknaði kjakið um fría fosturtøku í Føroyum enn einaferð – hesaferð við “góðari” hjálp niðan úr Danamørk. Eg havi stóran áhuga fyri hesum – hetta er jú eitt ómetaliga týdningarmikið og grundleggjandi etiskt/moralskt evni – og eg havi tískil eisini roynt at fylgt kjakinum, so frægt sum eg havi kunnað.
Sjálvur eri eg ikki fyri fosturtøku, og eg haldi tað vera óhugnaligt at síggja, hvussu fleiri av teimum – føroyingar sum danir – ið tala fyri hesi søk, orða seg, og hvussu tey annars føra sjónarmið síni fram. Við vøkrum orðum um “frælsi og ábyrgd”, og vælkendum “svadum” sum, t.d., at “kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi” og haraftrat manipulerandi nýtslu av demokratinum, royna hesi menniskju av øllum alvi at rættvísgera hetta, at taka eitt fostur og gera enda á lívi tess.
Havi hesar síðstu dagarnar aftur og aftur spurt meg sjálvan, hvat tað er, ið “drívur” hesi menniskju. Hesi, ið arbeiða so hart, at ein skuldi trúð, tað stóð um lív. Ja, summi eru so ómetaliga íðin, at tey enntá ynskja at savna inn pening til onnur, soleiðis at slík, ið ikki er so “framkomin”, “siviliserað” og “demokratisk”, eisini skulu sleppa at eiga lut í “grundleggjandi rættinum” at fáa “fostrið fjernað”.
Havi so eisini roynt at hugsað um, hvørja veruliga áskoðan á og um lív í heilatikið, hesi menniskjuni hava, ið ynskja at fosturtøka skal verða fullkomiliga lóglig. Jú, nógv er sagt og skrivað millum ár og dag, og eisini hesar síðstu dagarnar er ymiskt komið fram – tó einki nýtt. Varð tó rættiliga skakkur av einum (og faktiskt fleiri) “argumenti”, eg hoyrdi frá Annitu á Fríðriksmørk – ið er fremsta politiska stríðskvinna fyri fríari fosturtøku í Føroyum – í 5’aranum hendan dagin. Hon segði nakað soleiðis…..”fosturtøka hevur eksisterað í so nógv, nógv hundrað ár undir óskipaðum/ólógligum forholdum….”. Sum um hetta var nakað sum helst argument fyri at lógliggera fría fosturtøku! Grát mítt elskaða land, sigi eg bara! Kann mann so eisini siga, t.d.: Børn hava verið misnýtt í so mong ár nú – vit legalisera tað bara….? Nei, sjálvsagt ikki!
Eg haldi, at kjakið frá teimum, ið eru fyri, er ómetaliga einsporað og merkt av ófatiligari egoismu. Tey seta einans kvinnuna og kropp hennara í fokus, og hugsa faktiskt als ikki um fosturið og kropp tess – um eg so má siga. Hvussu ber tað til, at hetta fullkomiliga hjálparleysa og veika verður so lítið virt? Og hvussu ber tað til, at tey menniskju, sum á einum “fronti” berjast fyri betri livikorum hjá gomlum og veikum, sosialum javnrættindum…o.s.fr., eru so fulkomiliga hamskift, tá ið tað snýr seg um rættindini hja tí veikasata veika um yvirhøvur at sleppa at liva? Eg skilji hetta ikki! Er tað møguligt at skilja hetta? Er nakar sum helst høpi í slíkari avskeplaðari áskoðan? Er hetta ikki dupultmoralur av fyrstu skuffu?
Argumentini og prógvini fyri slíkari áskoðan mugu, ið hvussu er, vera ómetaliga sterk og haldgóð, tí annars kann ein ikki loyva sær at hava eina so totalt tvíbýtta og skizofrena støðu viðvíkjandi lívinum.
Tí ynski eg at seta ljóskastaran á nakrar grundleggjandi spurningar, sum øll eiga og skulu hugsa um:

Nær byrjar lívið?
Hetta er ómetaliga týdningarmikið at fáa at vita. Læknavísindin er mest sum á einum máli um (og hvat annað skuldi hon verið?), at lívið byrjar í tí løtuni, tá eggið verður gitið. Júst í tí løtuni, tá sáðkyknan og eggið renna saman, byrjar eitt nýtt og serstakt lív, sum heldur á at liva og mennast, um tað ikki av eini ella aðrari orsøk doyr – ella verður dripið. Tað, sum eg her sigi, er ikki bygt á “fundamentalistiskt religiøst møsn og propaganda”, men heilt einfalt á læknavísindaligar veruleikar.
Og skuldi minsti ivi verið um, hvørt lívið veruliga byrjar tá, átti so ikki ivin at komið fostrinum til góða? Meini so við: Um tú finnur onkran, og tú ivast í, hvørt viðkomandi er deyður ella livandi, hvat er tá rættast at gera? At royna at bjarga honum, ella bara ganga út frá, at hann er deyður og síðani fara tín veg? Sjálvsagt eigur minsti ivi at koma lívinum til góðar, tí annars siga vit: Hetta er møguliga ella møguliga ikki eitt barn, og tí er tað í lagi at taka lívið…..og tá eru vit, sum menniskju og samfelag í heila tikið, komin óhugnaliga langt út! Hvat verður tað næsta?

Er bert talan um eitt lív?
Tað verður av summum ført fram, at fostrið bert er ein partur av kvinnuni, og at tað ikki er øðrvísi enn, t.d., ein hond, bein, pirra…o.s.fr. Hetta er jú als ikki sannleikin – og so langt ífrá. Eins væl og mamman hevur fostrið sínar egnu og heilt serligu arvaeginleikar – sum eru heilt ólíkir teimum, ið mamman hevur – hetta er staðfest læknavísindaliga. Ja, hetta nýggja lívið hevur faktiskt heilt frá byrjan av allar arvaeginleikarnar, ið skulu til, fyri at tað skal kunna vaksa og mennast alla lívstíð sína.
Tað sæst “á øllum brøgdum”, at tá tosað verður um, hvørt talan er um eitt ella tvey lív, so er einki at ivast í: Talan er um tvey ymisk lív! Í USA, t.d., er ikki loyvi at avrætta eina kvinnu, ið er við barn. Hví? Jú, grundin er tann, at tað ófødda verður mett at vera serstakur skapningur, og tískil hevur tað rætt til at liva. Hvussu ber hetta til, kann ein spyrja? Er tað ikki frí fosturtøka har yviri? Jú! Skil tann, ið skilja kann! Hetta vísir bara enn eitt dømi um avskeplaða, skizofrena og dupultmoralska hugburðin, eg nevndi omanfyri.

Hevur kvinnan rætt at ráða yvir egnum kroppi?
Hetta, at kvinnan skal ráða yvir egnum kroppi, verður nýtt sum størsta og besta argumentið í stríðnum fyri fríari fosturtøku – men hvat merkir hesin setningurin í veruleikanum? Umleið 17000 skrásettar fosturtøkur verða framdar í Danmark um árið, eftir ynski frá kvinnum, ið “ráða yvir egnum kroppi”. Havandi í huga, at umleið helvtin av hesum 17000 fostrum eru kvennkyn, so verða also á leið 8-9000 kvinnur frátiknar rættin til lívið – um árið! Ein og hvør kvinna hevur møguleikan at fáa allar sínar grundleggjandi tørvir nøktaðar, hóast hon er “uppá vegin” – hví í allari víðu verð verður tað so hildið so hánt um rættin hjá ófødda gentubarninum – hvar er rópið um rættin til egnan kropp vorðið av?
Eg kann siga, at eg ráði yvir mínum egna kroppi, men gevur tað mær so rætt til, t.d., at sláa onkran niður ella at stjala við mínum hondum? Sjálvsagt ikki! Nei, spurningurin má vera hesin: Er tað, eg geri við mínum kroppi, til ampa fyri nakran annan – og tað er fosturtøka í allar hægstu grad – so er tað, eg geri, sjálvsagt ikki rætt – tað sigur seg sjálvt! Haldi eisini, at tað er sera áhugavert, at somu kvinnur, ið hava bart og enn berjast fyri javnstøðu millum kynini, kunnu loyva sær at taka allan rætt frá tí ófødda – hvar er logikkurin?
Mín áheitan skal tí vera, at politiski myndugleikin í landi okkara ongantíð fer at loyva fríari fosturtøku – tað má bara ikki henda. Rætturin, hvørt eitt menniskja skal sleppa at liva ella ei, kann ikki latast upp í hendurnar á einstøku kvinnuni, tí talan er ikki um privata søk – her er talan um at loyva einum menniskja at taka eitt annað mennskjalív, “viss tað følist” neyðugt. Jú, hetta er veruliga “the bottom line” – vit fáa eina lóg, sum loyvir, ja, loyvir einum menniskja at gera enda á einum øðrum – ófatiligt! Ófatiligt at nakar kann stríðast fyri slíkari søk, og so haraftrat nevna tað “framkomið” og “siviliserað”! Nei, heldur áttu vit øll – og politikararnir fyrst og fremst – at stríðst fyri rættinum til lívið, og heldur roynt at skapt góðar og virðiligar karmar – bæði fyri kvinnuna og barnið. Hetta er virðilig søk at stríðast fyri!

Bárður á Lakjuni,
Leirvík

Kelda: Dimma og Sosialurin

Onnur tíðindi