Við barn?

At gerðast við barn er ein stór broyting í lívinum

Tað ávirkar framtíðarætlanir, skúlagongd og vinasambond. Ja, í roynd og veru ávirkar tað alt. Tað er eisini ein broyting sum varir við, og hetta kann vera ræðandi.

Kanska lesur tú hetta, tí tú ert í eini støðu, sum fær teg at ivast í, um tú skalt fullføra viðgongutíðina.

Tað kann vera, at sjeikurin ikki stuðlar tær, sum tú hevði væntað. Kanska foreldur tíni eru vónsvikin um støðuna, ella tú sjálv ert stúrin um, hvussu hetta kemur at ávirka tína yrkisleið. Kanska tú ikki hevur ráð til eitt barn afturat, ella tú heldur teg vera ov gamla. Kanska barnið ber brek. Kanska ert tú bara ikki klár.

Tú ert ikki einsamøll. Tað kann hjálpa at tosa við onkran um tína stúran.

Ring 66 17 00 og fá eitt óbindandi prát í trúnaði. Telefonin svarar mánadag til hósdag millum 19:00 22:00.