VIÐ BARN?

At gerðast við barn er ein stór broyting í tínum lívi, og ávirkar framtíðarætlanir, skúlagongd(um tú gongur í skúla) og vinasambond. Ja, í roynd og veru ávirkar tað alt. Tað er ikki ein tíðararmarkað broyting, men ein broyting sum varir við, og hetta kann vera ræðandi. Hevur tú spurningar ella bara brúk fyri at tosa við onkran, so ert tú altíð vælkomin at ringja til ráðgevingina hjá Føroya Pro Vita á tlf 77 17 00.

Kanska lesur tú hetta, tí tú ert í eini støðu, sum fær teg at ivast í, um tú skalt fullføra viðgongutíðina.

Tað kann vera, at sjeikurin hjá tær ikki stuðlar tær eins væl og tú hevði væntað. Kanska tíni foreldur eru vónsvikin um støðuna ella tú sjálv ert stúrin um hvussu hetta fer at ávirka tína yrkisleið. Kanska tú ikki hevur ráð at fáa eitt barn afturat, ella tú heldur teg vera ov gamla. Kanska barnið ber brek. Kanska ert tú bara ikki ert klár.

Tú ert ikki einsamøll! Ring 77 17 00 og fá eitt óbindandi prát. Vit vilja fegin lurta, ráðgeva og eisini hjálpa har vit kunnu.