Ambassadør

Kundi tú hugsa tær at duga betri at tosa søkina hjá tí ófødda?


Kom við í Ambassadørtoymi hjá Føroya Pro Vita, og verð betur ílatin til at tosa um fosturtøku, ein til ein ella í størri høpi. Vit ynskja at flyta fosturtøkukjak á eitt virðiligt støði, og sum Ambassadør fært tú upplæring í hesum og innlit í viðkomandi evnir. Tú verður eisini boðin við til ymisk tiltøk, sum td. films- og hugnakvøld og átøk annars.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Einasta treyt er, at tú hevur hjarta fyri tí ófødda og ynskir at gera ein mun í virðing, umhugsni og kærleika.

Um tú ynskir at vera ambassadør, kanst tú melda til á tlf 771700, provita@provita.fo ella senda eini boð á okkara facebook vanga. Minst til at upplýsa navn, teldupost og telefonnummar.
(Aldursmarkið fyri ambassadørar er 14 ár)