Upplýsing, fyribyrging og ráðgeving skal styrkjast

Bylgjurnar ganga høgt millum partarnar hjá Kristnu Demokratunum, sum ikki øll taka undir við fráboðanini hjá floksforkvinnuni. Í háborgini hjá flokkinum í Vesturjútlandi vilja tey hava sligið púra fast, at tað ikki er broytt eitt komma í grundleggjandi mótstøðuni hjá flokkinum móti fosturtøku.

Tove Videbæk krevur ófrávíkiligt, at flokkurin framhaldandi skal kunna koma við uppskotum ímóti fríari fosturtøku. Um ikki, so tekur hon seg aftur sum valevni hjá flokkinum.

Tað eru nevnliga fleiri meiningar um, hvønn fosturtøkupolitikk flokkurin framyvir skal føra. Á øðrum vonginum vilja tey framvegis berjast móti fosturtøku, við at forbjóða tí við lóg. Hin vongurin vil arbeiða fyri at minka fosturtøkutalið, við at beina burtur orsøkirnar til at kvinnur taka fosturtøku.

Á heimasíðuni hjá KD sæst, at flokkurin hevur staðfest eina uppbyggjandi linju í fosturtøkumálum, sum hevur til endamáls at fáa fosturtøkutalið at minka munandi. Tað verða framdar umleið 15.000 fosturtøkunum í Danmark um árið.

Í staðin fyri at kriminalisera einstøku kvinnuna, sum ynskir fosturtøku, hevur flokkurin lagt fram eina umfatandi virkisætlan, sum skal styrkja upplýsing, fyribyrging og ráðgeving, sigur forkvinnan hjá KD, Bodil Kornbek.

Les meira hjá Kristendemokraterne

Onnur tíðindi