Tvey gløs av víni kunnu drepa eitt fostur

Danskir granskarar kunnu nú siga, at sjálv smáar nøgdir av rúsdrekka økja um vandan fyri óviljað fosturláti

Kanningin vísir, at um ein kvinna, ið er við barn drekkur tvey gløs av víni ella tveir snapsir um vikuna, so økist vandin fyri fosturláti við 50 prosentum.

– Vit eru ikki bilsin av, at rúsdrekka er skaðiligt, men vit eru ovfarin av, at so smáar nøgdir økja vandan so nógv, sigur Anne-Marie Nybo Andersen, ein av granskarunum, sum hevur gjørt kanningarnar.

– Tá vit fóru í gongd við kanningarnar, vildu vit gjarna prógva tað øvuta – at ein barnakona gott kann drekka eitt sindur av rúsdrekka. Tað var tað, sum vit væntaðu at finna fram til. Tí er úrslitið ógvuliga óvæntað, sigur hon.

Kanningin er gjørd av 91.843 donskum kvinnum.

Sundhedstyrelesen mælir til, at barnakonur als ikki drekka. Men ein kanning millum læknar vísir, at teir meina, at kvinnur gott kunnu drekka eitt sindur, hóast tær eru við barn.

Men hendan nýggja kanningin vísir heilt greitt, at tað er ikki ráðiligt hjá barnakonum at drekka rúsdrekka.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi