25. mars er dagur teirra óföddu. Í hesum sambandi byrjaði Føroya Pro Vita eitt nýtt átak, ið vit hava kallað: Tú hevur virði.
Grundboðskapurin hjá Føroya Pro Vita er einfaldur og týdningarmikil: Tú hevur virði, tí at tú ert eitt menniskja. Öll menniskju hava treytaleyst virði, sum merkir, at virðið ikki avhongur av, hvussu dugnaligur tú ert, um tú bert brek, hvörji foreldur tíni eru o.s.fr.
Henda menniskjaáskoðanin er ein av grundarsteinunum í okkara samfelagi, men viðhvört er tað tíverri onkur persónur ella bólkur, ið dettur burtur ímillum.
Vit arbeiða fyri, at hetta skal gerast ein sjálvfylgja í Föroyum: at öll hava virði.
– Tú eins væl og eg
– Tey óföddu sum tey föddu
– Tey óynsktu sum tey ynsktu
– Mamman sum barnið
O.s.fr.