Tú ert kortini til

Nógv verður í hesum døgum kjakast um fosturtøku.

Summi vilja, at lóg skal setast í gildi í Føroyum, sum gevur kvinnum loyvi at fáa fosturtøku, tá tær ynskja tað. Onnur stríðast hart ímóti fríari fosturtøku.

Men sjáldan hoyra vit, hvussu kvinnur hava tað, sum koma í slíka støðu, at tær gjørdu av at taka eitt fostur.

Í bókini, “Du er likevel til”, hevur kendi norski rithøvundurin og prísvinnari, Britt Karin Larsen, sett orð á sínar kenslur, í sambandi við fosturtøku. Hon skrivar soleiðis:

Tómir armar

”Tað snýr seg um at steðga einari lívsleið.

Summi nýta onnur orð um tað.

Eg var við og gekk í kravgongu fyri hesari lógini, sum skuldi geva mær størri fríheit. Sum skuldi geva mær møguleika at sleppa frá einum barni, sum ikki var ætlað – og orsøkina at føla ta sorg, eg nú kenni.”

Bókin er eitt bræv til barn hennara, sum ongantíð varð borið í heim”.

Bókin byrjar við, at Britt Karin er á ferð í Jerusalem. Inni á skrivstovuni hjá Palestinian Human Rigth, situr hon og lesur deyðslistarnar:

Imad Hamdi Abu Asi, 15 dagar, deyður av táragassi.

Fatheh Al – Quidri, 4 dagar, deyður av táragassi.

Við hvørjum rætti verða hesi børn dripin, spyr rithøvundurin – enntá ófødd børn láta lív undir gassálopunum? Víðari skrivar hon:

Eg rópti eftir rættvísi fyri hini.

Men hvønn møguleika fekk tú – ófødda barn mítt?

Tað vóru ikki herðmenn og táragassbumbur, ið gjørdu enda á tínum lívsljósi…

Vápnið var eitt útfyllingarblað, eg skrivaði undir uppá.

Ein umsókn um lógliga fosturtøku.

Hvønn ákæri eg nú?”

Valið er títt

Sum so nógvar aðrar kvinnur, fekk Britt Karin aftur og aftur at vita, at valið var hennara. Men í bókini kemur týðiliga fram, at hon varð trýst til fosturtøku av vantandi stuðuli frá manni sínum.

Bókin er skrivað eitt ár eftir, at Britt Karin hevði fingið fosturtøku, og rúmar ófatiliga stórari sorg, longsli og sálarkvøl.

Á donskum hevur bókin heitið, ”Du er alligevel til” og er givin út á Hans Reitzels Forlagi í 1990.

Britt Karin Larsen hevur fingið fleiri virðislønir fyri skaldskap sín, eitt nú fekk hon í 1993 Gyldendals legatið.

Bókin fæst til láns á bókasavninum hjá Føroya Provita, telefon, 455146.

Onnur tíðindi