Trygga Havn: Gev hesum nýggja lívinum eina framtíð

Les á enskum HAR

Mikudagin 25. November 2015, bórust tíðindi um ein nýføðing, ið varð funnið í eini krubbuni í The Holy Jesus Catholic Church í New York City. Í samsvari við lógina í New York, kann eitt foreldur eftirlatað nýfødd børn anonymt, á ásettum trygdarstøðum. Um barnið bara er handað til rætta viðkomandi, hevur foreldrið ongan ótta fyri at verða atsøkt av løgregluni. 1

Tað er kanska freistandi at fordøma hesa kvinnu, og undrast á, hvussu hon kundi geva sítt nýðfødda barn burtur á ein slíkan hátt. Onkur spyr kanska hví hon ikki valdi fosturtøku ístaðin, ið ógvuliga lættliga kann fremjast í New York.

Eg vil heldur síggja hesa gerð sum eina desperat gerð, av eini sárbarari, bangnari og einsamari mammu. Hendan gerðin var eisini ein trúargerð. Eftirfylgjandi frásøgnir siga, at mamman at barninum, føldi at hennara nýfødda barn, fór at verða funnið í kirkjuni. Tí valdi hon at leggja barnið í krubbuna – tað fjálgasta staðið í kirkjuni. Hendan mamman kom aftur dagin eftir, fyri at tryggja sær at barnið var funnið.2

Okkara hjørtu burdu verið fyri henni. Eingin av okkum veit hvat tað kostaði henni. Hennara nýføddi sonur hevur nú ein góðan møguleika í lívinum; ikki minst tí fleiri fólk í sóknini, vístu áhuga í at ættleiða hann. Hesi fólk vísa ein greiðan vilja at koma til hjálpar. Tey bjóða hesum barninum vælkomnum ímillum sín, og siga at hann er ”ein gáva”. Barnið hevur hóskandi fingið navnið Emmanuel, ið merkir Guð-við-okkum. (Jes: 7: 10-16; Matt: 1:23)

Hesin tilburðurin kveikir lív í jóla evangeliið, ið minnir okkum á eitt barn, sum varð reivað og lagt í eina krubbu (Luk: 1:6-7) og sum fór í útlegd til Egyptalands orsaka av hóttanini at taka lívið av honum (Matteus 2: 13-15). Á meira enn ein hátt, ekkóar viðbrekni og fátækni hjá hesi kvinnu og hennara barni, viðkvæmi og fátakradømi hjá Kristus-barninum og móðir hansara. Hetta hjálparloysi, er ein sterk áminning um Kristus komin í holdið; Guð-við-okkum. Guð, sum bleiv menniskja, sum kennir okkara veikleikar, okkara máttloysi, fátækt og ótta. Hann biður okkum bjóða Honum vælkomnum, saman við okkara viðkvomu brøðrum og systrum, við opinleika, gávumildni og náði ((Matteus 25: 31-48).

Hetta reisir eisini spurnartekin um, hvussu vit í okkara landi, taka ímóti kvinnum, sum eru komnar í ta “kreppu” at gerast við barn…?

Við jólakvøðu,

Maria Forrestal, samskipari

Onnur tíðindi