Tørvur á Mammuhjálp í Føroyum

Viðmerking

Endamálið hjá Mammuhjálpini skal vera at veita barnakonum við sálarligum og sosialum trupulleikum serstaka hjálp og stuðul.

Mammuhjálpin skal veita sosialan, fíggjarligan og útbúgvingarligan stuðul til mammur fyri at tryggja børnum teirra góðan uppvøkstur og lívsumstøður.

At ein slík ráðgevingarstova er neyðug í Føroyum er lítið at ivast í. Tí sannleikin er, at vit í Føroyum nærum einki hava at bjóða kvinnum, sum stríðast við trupulleikar í sambandi við familjuøking.

Eisini fari eg at arbeiða fyri at økja um almenna politiska forstáilsi fyri truplu korunum hjá einligum forsyrgjarum, og at virka fyri einari lóggávu, sum í størri mun tryggjar sosialan og útbúgvingarstuðul til hesar familjur.

At gerast við barn er eitt undur og skuldi í øllum førum verið ein gleðilig hending. Vit mugu tó ásanna, at soleiðis er tað tíverri ikki altíð. Við hvørt kemur tað illa við, tá ein kvinna gerst varug við, at hon er við barn. Hetta er ein veruleiki, bæði hjá giftum og ógiftum pørum – ungum gentum og tilkomnum kvinnum. Vit mugu eisini ásanna, at tað í Føroyum hvørt ár verða framdar ov nógvar fosturtøkur.

Tí er upp á tíðina, at tað frá politiskari síðu gjørd verða munandi tiltøk fyri at stuðla barnakonum í Føroyum.

Kelda. runa.fo

Onnur tíðindi