Tøkk til Pro Vita

Alt, meðan várið ger seg til at floyma inn yvir oyggjarnar við eini lívgevandi megi, sum bara kann koma frá skaparans hond, har alt, sum hevur lívgevandi røtur vaknar úr vetrarsins myrka dvala til lív, er ein frøði fyri eyga frá skaparans hond.

Tjøldrini eru komin langvegis frá, flúgva yvir oyggjar okkara við sínum lívgevandi ljóði. Her vilja tey dvølja eina korta tíð á oyggjum okkara fyri at gera reiður og fáa ungar, so tað framvegis verða tjøldur, sum koma at leita sær friðskjól á hesum oyggjum til at nørast og geva tað lívgevandi ljóðið frá sær, sum ber boð um, at her eru møguleikar fyri lívi.
Men tað er ikki vandaleyst at reiðrast her, um somu tíð eru ravnar og likkur, sum hava eitt vakið eyga við reiðrinum, fyri at týna eggini, áðrenn ungin fær lív.

Eg havi við sorg og ikki sørt skelkaður lisið grein í Dimmu nr.66 um eina vitjan, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur havt av nøkrum donskum kvinnum, sum siga seg vilja loysa allar føroyskar kvinnur úr trælabandi, sum mennirnir halda teimun bundnar í. Um tað er fakfelagsrøslan, sum hevur sent eitt neyðarkall eftir teimum, fái eg meg illa til at trúgva. Tað má heldur verða til at hjálpa tjóðveldiskvinnuni, sum verður nevnd í blaðnum, at danakvinnurnar hava neyð fyri at hjálpa.

Her á oyggjunum siga vit Ja til lívið fortsat.

Samanbering verður gjørd við fiskin í havinum, at hann bítur á, men eg vil leggja aftrat, at hann bítur ikki á skøtagn. Tit áttu at vita, at vit føroyingar hava sett eitt dygdargott tiltak í verk fyri at verja fiskin, sum leitar inn á grunnar okkara. Um okkara fiskimenn fortsat skulu føra fong innum nes og tanga, vita teir, at hettar er neyðugt. Og aðrar tjóðir hava vent eyguni henda vegin og spyrja, hvussu vit bera okkum at við at verja fiskastovnin.
Á sama hátt skal okkara tjóð verða ein fyrimynd, at verja tað verjuleysa fostrið í móðurlívi fyri ravni og likku, sum vilja týna ungarnar.
Háttvirdu politikarar, setið fortsat manngarð um lívið, sjálvt um týnandi vetrarvindar blæsa inn yvir oyggjar okkara og vilja niðurleggja tann verndargarð, sum gevur vernd og skjól fyri spírinum í móðurlívi.
Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vóru skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til. Sám.139, 16.
Pro Vita, takk fyri tað arbeiðið, tit gera. Vónandi fer limatalið, at fleirdoblast eftir hesa vitjan av danakvinnum.
Gud signi mítt føðiland Føroyar.

Malmberg D. Olsen

Kelda: © Dimmalætting

Onnur tíðindi