Fyri andaligum og tímiligum leiðarum
- At tey, sum stýra og ráða mugu fáa dirvi og vísdóm at smíða lógir sum verja og virða mannalívið frá gitnaði til nátúrligan deyða.
- At andaligir leiðarar við dirvi boða sannleikan í kærleika, og at teir prædika rættin til lív hjá ófødda barninum og virðið á mannalívinum, bæði í teirra samkomum og í almenna rúminum.
Fyri teimum í truplum ella óvæntaðum graviditetumAt komandi mammur ásanna, at tær bera eitt nýtt mannalív og at tær soleiðis velja fosturtøku frá.
- At óttin hjá komandi mammum við truplum graviditetum verður umskiftur við frið, og at tær finna vegleiðing og stuðul til at bera barnið til tað er fullborið.
- At komandi mammur, sum søkja ráðgeving fáa ráðgeving sum virðir bæði mammuna og barnið.
Fyri familjuniAt øll ófødd børn fáa kærleika, viðurkenning og tryggleika frá mammuni og pápanum frá gitnaði.
- At foreldur fagna nýggjum lívið, serliga í truplum og avbjóðandi umstøðum.
- At komandi mammur og pápar fagna og stuðla børnum teirra frá gitnaði sama hvussu óvart tey koma á.
Fyri ljósmøðrum, sjúkrasystrum, læknum, sosialráðgevum, undirvísarum og øllum avvarðandi mynduleikum
- At øll heilsustarvsfólk viðurkenna og virða lívið hjá ófødda barninum.
- At vísindafólk virða at lívið er heilagt frá gitnaði.
- At undirvísarar á øllum deildum læra sínar næmingar at skilja og vísa virðing – fyri sær sjálvum, øðrum og fyri ófødda barninum.
- At tey í miðlunum viðurkenna og virða lívið hjá ófødda barninum.
Fyri virðing í kynsligum parløgumAt kvinnur og menn læra at virðismeta kærleikan til hvønn annan, so at tey virða ófødda barnið somuleiðis sum tey virða hvønn annan.
- Fyri kvinnum og monnum ið eru særd av fosturtøku
- At kvinnur og menn, ið eru særd av fosturtæku uppliva Guðs náði og fyrigeving, og soleiðis fáa likamliga, sálarliga og andaliga grøðing.
Fyri samfelagnum
- At øll vakna og gerast varug við ræðuleikarnar av fosturtøku.
- At samfelagið virðir og verjir øll ófødd børn, eisini tey sum bera brek og syrgir fyri røkt og umsorgan teirra vegna.
- At ung sum eldri gerast forsprákarar fyri virði á tí ófødda barninum, og at tey ið longu berjast fyri ófødda barnið verða varðveitt í tænastuni.
Bøn fyri lívið
Guð, okkara skapari, alt lív er frá tær og í tínum hondum frá gitnaði til deyða. Hjálp okkum at virðismeta børnini. Signa øll tey, sum verja rættin hjá óføddum, teimum sum bera brek og teimum gomlu. Upplýs og ver náðigur móti teimum, sum ikki klára at elska og gev teimum frið. Lat frælsið vera merkt av ábyrgd, reinleika og falsloysi. Amen
Frelsari í móðurlívi
Jesus Kristus, tú tók sjálvboðin á teg at gerast menniskja. Tú livdi og doyði, vart barn og vaksin eins og menniskju.
Tú vart eins og vit í móðurlívið. Meðan tú var Guð, meðan einglarnir tilboðu teg, meðan tú vart almáttugur og alvaldandi, tú dvaldi í níggju mánaðar í móðurlívið. Tú vart okkara frelsari í móðurlívið, okkara Guð sum var eitt ófødd barn.
Harri Jesus, vit biðja teg signa og verja børnini í móðurlívið. Bjarga teimum frá vandanum í fosturtøku. Gev mammunum náði til at ofra seg sjálvar, likamliga og sálarliga fyri teirra børn. Hjálp øllum heimsborgarum at ásanna at tey hava eina systur ella ein beiggja í tí ófødda barninum, endurloyst av tær, okkara frelsara í móðurlívið.
Bønner for det ufødte barn (download)