Tíðindabræv – september 2016


Temadagur 10.sept. – Bjørn Håkonsson

Bjørn Håkonsson
Leygardagin 10. september kemur Bjørn Håkonsson til Føroya, boðin av Føroya Pro Vita. Bjørn er giftur og býr í Svøríki, har hann arbeiðir sum sálarfrøðingur og diakonur. Hann skrivar og talar eisini alment vegna ófødda barnið og kvinnur, sum eru særdar av fosturtøku. Bjørn Håkonsson fer at halda almennan fyrilestur um avleiðingar av fosturtøku.
Fyrilesturin verður leygardagin 10. sept. á Østrøm kl. 14.00. Tiltakið er ókeypis.
Les samrøðu við Bjørn ”Abort strider mod samfundsetik” á Etik.dk:http://www.etik.dk/abort/abort-strider-mod-samfundsetik
Sí eisini ”Abort skadar kvinnor” á Youtube (4.min):https://www.youtube.com/watch?v=uwwDz7qdVa8

Ungdómsdagur: ung fyri lívi

Leygardagin 16. apríl skipaði Føroya Pro Vita fyri einum ungdómsdegi, “Ung fyri LÍVI” í Grúgvuni í Lamba. Hetta er fyrsta tiltakið av sínum slagi, sum er málrættað til ung ímillum 15 og 30 ár.
Á fjølbroyttu skránni vóru m.a.:
  • Søgur um ung fólk, sum eru forsprákarar fyri lívi kring heimin.
  • Føroyska fosturtøkulógin: treytir fyri fosturtøku og kritikkur av teimum.
  • Mannagongdirnar viðv. fosturtøku í Føroyum og Danmark – tað, tú eigur at vita!
  • Orsakirnar til at kvinnur “velja” fosturtøku: Kenna vit orsakirnar, vita vit hvussu vit kunnu hjálpa
  • Tey sonevndu “truplu dømini” (neyðtøka, blóðskemd, heilsuváði, fátækradømi…)
Ungu fólkini vóru sera jalig um upplivingina og søgdu, at dagurin var bæði læruríkur og góður. Nakrar myndir frá tiltakinum liggja á okkara facebooksíðu: https://www.facebook.com/provita.fo/photos/?tab=album&album_id=1771129619775052
Life Institute og Youth Defense, sum eru felagskapur “fyri lívi” í Írlandi, eru áhugaði í okkara virksemi.
Maria Forrestal hevur skrivað grein til teirra heimasíðu, ið kann lesast her:

Ó-beinleiðis!

19. mai luttók Jórun Pólsdóttir, nevndarlimur, í samrøðu í Ó-beinleiðis, sum umboð fyri Føroya Provita. Samrøðan var 12 minuttir long. Jórun vísti á orsakir til at kvinnur “velja” fosturtøku, avleiðingar av fosturtøku, og setti týðandi spurningar hesum viðvíkjandi. Samrøðan, sum var løgd út á Portalin og lutað á okkara facebooksíðu og náddi út til nærum 7000 fólk!
Ó-beinleiðis sendingin “Í einari stovu bjarga tey lív – í hinari taka tey lív” sæst her : http://portal.fo/obeinleidis+i+einari+stovu+bjarga+tey+liv+i+hinari+taka+tey+liv.html
Føroyar Pro Vita fegnast um at fleiri ung fólk, hava luttikið alment í kjakinum um fosturtøku. Nøkur dømi og leinkjur niðanfyri:

Women Deliver – what?!

6.-19. mai var Women Deliver Global Conference hildin í Keypmannahavn í Danmark. Tiltakið var av fyrireikarunum lýst sum heimsins størsta ráðstevna fyri heilsu, rættindi og vælveru hjá gentum og kvinnum. Mett verður at 5700 fólk luttóku – íroknað 8 tingkvinnur á Føroya Løgtingi.Tíverri fylti fosturtøka nógv á dagsskránni, bæði beinleiðis og óbeinleiðis. Har var tosað fyri fosturtøku, sum “trygga”, “lógliga” og vanliga”! Fleiri viðmerkjarar søgdu, at tað var skakandi, hvussu hetta ósanna uppáhaldið fekk rúmd, at fosturtøka er mannarættindi og heilsurøkt. Tey vóru eisini skelkað av tilmælinum til fullkomna avkriminalisering og globalisering av fosturtøku, av vantandi umhugsninum fyri ófødda barninum í móðurlívi, og av vantandi upplýsingini av avleiðingunum av fosturtøku.
Maria Forrestal gjørdi kanningararbeiði, og skrivaði eina grein, sum vísir á órógvandi viðurksifti í samband við WDGC. Greinin var útgivin á heimasíðuni hjá Life Institute. Vónandi verður greinin seinni tøk á føroyskum.
Tú kanst lesa upprunaliga ensku útgávuna her: Women Deliver – What?! – http://www.thelifeinstitute.net/blog/2016/06/28/women-deliver-what

Rachel’s Vineyard Vikuskifti

Ætlanin er at hava eitt Rachel´s Vineyard vikuskifti í oktober. Vikuskiftið er til hjálp, vón og grøðing fyri menn og kvinnur, sum eru særd av fosturtøku. Kennir tú onkran, sum líður av hesum; drála so ikki við at siga viðkomandi frá um Rachel´s Vineyard: https://www.facebook.com/RachelsVineyardForoyar
Eisini er møguleiki fyri at tosa við Mariu Forrestal (Tel. 515386 /771700) og/ella Hildu Viderø (Tel. 216785 / 771710).
Føroya Pro Vita sponsorerar Rachel´s Vineyard vikuskiftini.
Onnur tíðindi