Tað skríggjar til himmals

“Til lukku við degnum! Barnarættindasáttmálin hjá ST fylti 30 ár í gjár.

Og tað ljóðar jú gott. Ein sáttmáli við serligum atliti at rættindum hjá børnum. Altso at øll børn hava rætt til at yvirliva. At tey hava rætt til at vaksa upp undir sunnum og tryggum umstøðum og til at verða ment…

Hvussu kunnu politikarar, stjórnir, læknar, leikfólk, ja, fólk í heila tikið bera seg undan at síggja, at tað eru tey mest grundleggjandi rættindini fyri eitt barn – og at tað má vera tann mest grundleggjandi skyldan hjá einum vaksnum at taka sær av tí mest verjuleysa, tí ófødda barninum.”

Lesa greinina:  Tað skríggjar til himmals – Trúboðin, BLOGGUR,  21. nov. 2019

Mannarættindi

GOSNELL: The Trial of the Biggest Serial Killer

Fleiri hava sæð filmin “Unplanned” í Havnar Bio. Nú ber til at síggja ein annan film um fosturtøku “Gosnell, the trial of the biggest serial killer” beinleiðis á You Tube. Sum so er einki blóð ella beinleiðis harðskapur at síggja, men tó Gosnell er ein sera óhugnaligur maður. Filmurin snýr seg um fleiri góð fólk, sum tordu at seta alt uppá spæl fyri at sannleikin um óunniliga virksemið hjá Gosnell við fosturtøkum skuldi koma fram í ljósið.

Gosnell: The Trial of the Biggest serial Killer (1t.33.mins):  https://www.youtube.com/watch?v=4aE4cSFAf5g

Gosnell: The Untold Story of America´s Most Prolific Serial Killer – https://www.amazon.com/Gosnell-Untold-Americas-Prolific-Serial/dp/1621574555

 

Takk fyri, Føroya Pro Vita

“Fekk í fyrradagin eina bók frá Føroya Pro Vita við postinum….

Tað er mín vón, at allir føroyingar lesa bókina við opnum sinni. Eri sannførdur um, at nógv verða tey, sum fara at broyta meining, eftir at hava lisið bókina – teimum óføddu børnunum at frama…”  –  Jaspur Langgaard

Lesa meira higar: Takk fyri, Føroyar Pro Vita – 29.06.2019