Dagur og Vika: “Hví lógin ikki er broytt, og hví evnið er so trupult”
Byrjar @ 11.10.min (19.min)
Meira upplýsing: Fosturtøkulógin
Dagur og Vika: “Hví lógin ikki er broytt, og hví evnið er so trupult”
Byrjar @ 11.10.min (19.min)
Meira upplýsing: Fosturtøkulógin
Fleiri hava sæð filmin “Unplanned” í Havnar Bio. Nú ber til at síggja ein annan film um fosturtøku “Gosnell, the trial of the biggest serial killer” beinleiðis á You Tube. Sum so er einki blóð ella beinleiðis harðskapur at síggja, men tó Gosnell er ein sera óhugnaligur maður. Filmurin snýr seg um fleiri góð fólk, sum tordu at seta alt uppá spæl fyri at sannleikin um óunniliga virksemið hjá Gosnell við fosturtøkum skuldi koma fram í ljósið.
Gosnell: The Trial of the Biggest serial Killer (1t.33.mins): https://www.youtube.com/watch?v=4aE4cSFAf5g
Gosnell: The Untold Story of America´s Most Prolific Serial Killer – https://www.amazon.com/Gosnell-Untold-Americas-Prolific-Serial/dp/1621574555
Altjóða Sálarheilsudagurin varð hildin í Öström í Tórshavn 10. oktober 2019 fyri triðju ferð.
Evnið fyri dagin í ár var: Sálarlig heilsufremjan og fyribyrging av sjálvmorði”, sum WHO (Altjóða Heilsustovnurin undir ST) hevur valt sum altjóða evni. Upplegg, tónleikur og básar við kunning um stovnar, feløg og onnur, sum arbeiða innan økið, vóru við á degnum.
Rachel´s Vineyard Føroyar hevði eisini ein fyrilestur í ár: “Avleiðingar av fosturtøku kunnu vera lívshóttandi. Hvussu hjálpa vit?” v/ Mariu Forrestal. (byrjar @ 21.40.mins; 25.mins.) https://www.youtube.com/watch?v=V0Igey6Ir-c
DOWNLOAD: Abortion Research: articles and links, pdf
Kunningarskriv – Altjóða Sálarheilsudagin 2019: http://sinnisbati.fo/kunningarskriv-altjoda-salarheilsudagin-2019/
UNPLANNED – Frumsýning – Havnar Bio
Vegna sera stóra undirtøku av Unplanned verða nú fleiri sýningar settar á skránna:
Tað einasta Abby Johnson ynskti, var at hjálpa kvinnum. Sum ein tann yngsti deildarleiðari hjá Planned Parenthood í Amerika, var hon sannførd um “fría vali” hjá kvinnuni – inntil hon ein dagin sá nakað, sum broytti alt.
Unplanned 2019 | Official Trailer – (3.min)
unPlanned (bók)
“Lívið er løgið. Vit vita aldrin, hvussu tað útviklar seg. Vit hava ikki 100% ræði á tí. Men latið okkum dyrka tað, og elska øll sløg av lívum, bæði sjónlig, og tey vit ikki síggja. Latið okkum skapa góðar normar. Latið okkum fáa íblástur frá umheiminum, men sum menniskju við kritiskum sansi eiga vit ikki bara at plagiera umheimin.”
Les brævið higar: Humanisma og fosturtøka er ein andsøg – Lesarin, 31-07-2019
Sera beinrakið! Takk fyri Kristina. (FPV)
“Fekk í fyrradagin eina bók frá Føroya Pro Vita við postinum….
Tað er mín vón, at allir føroyingar lesa bókina við opnum sinni. Eri sannførdur um, at nógv verða tey, sum fara at broyta meining, eftir at hava lisið bókina – teimum óføddu børnunum at frama…” – Jaspur Langgaard
Lesa meira higar: Takk fyri, Føroyar Pro Vita – 29.06.2019
Føroya Pro Vita, ið er felagsskapur, sum arbeiðir fyri “lívi” – frá gitnaði til náturligan deyða, letur komandi dagarnar bókina “Hví verja lív?” í hvørt hús í landinum…
Bókin er beinrakin og skjót at lesa. Hon gevur íblástur til betri samtalu manna millum, sjálvstøðuga hugsan og endurskoðan av fatanum. Ert tú fyri fríum vali, les bókina. Um tú ert fyri lívi, les bókina. Ert tú ivandi, les bókina, verður sagt í tíðindaskrivinum.