Talið á fosturtøkum í Danmark, sum verða framdar eftir 12. viku, hevur ongantíð verið hægri enn tað sama (822 í fjør) skivaði Kristeligt Dagblad fyrr í hesum mánaðinum.
Tøl frá Ríkissjúkrahúsinum vísa, at heili 99% taka fosturtøku, um barnið vísir seg at hava Down Syndrom. Eisini verður sagt, at avslag um fosturtøku eru sjáldsom, tá eitthvørt vísir seg at baga barninum.
Vandin í øllum hesum er, at vit seinni fara at síggja børn við breki sum eitt val hjá foreldrunum og sostatt eisini sum teirra egna trupulleiki.
Les alla greinina hjá Kristeligt Dagblad