Sorg í sambandi við fosturlát og fosturtøku

Við hesum skeiðum og fyrilestri um sorg í sambandi við fosturlát og fosturtøkur ynskir Føroya ProVita serliga at varpa ljós á sorg í sambandi við fosturlát og fosturtøkur.

Fosturlát og fosturtøkur hava nógv offur. Harímillum eru eisini páparnir. Vísindaligar kanningar vísa nevnliga, at menn hava svárari við at koma ígjøgnum sorg eftir miss av óføddum barni.

Í sambandi við fosturlát og fosturtøkur er tað oftast mamman, ið er í fokus. Men aftanfyri hvørt fosturlát og hvørja fosturtøku er eisini ein pápi..

Nakrir av hesum pápum kenna sorg yvir fostrið, sum óviljað fórst. Aðrir hava ongan møguleika at ávirka mammuna, ið ynskir fosturtøku hóast teir sjálvir gjarna vildu, at barnið kom til verðina.

Tá tað kemur til fosturtøku er á aðrari síðuni pápin, sum letur mammuna einsmalla taka avgerðina um hon vil bera barnið. Á tann hátt leggur hann alla ábyrgdina á hennara herðar. Hetta skapar eina einsemiskenslu hjá mammuni, sum ger tað lættari at týða til fosturtøku.

Á hinari síðuni er pápin, sum ynskir at verja sítt ófødda barn, men sum verður ákærdur fyri at blanda seg í viðurskifti, sum ikki viðkoma honum.

Í øllum førum er ein pápi. Antin ein pápi í sorg ella ein pápi, ið ikki viðurkennir sína ábyrgd.

Elisabeth og Carl Sukkot arbeiða innan felagsskapin Tilflugten, sum er felasskapur fyri vísindaligar og praktiskar erfaringar um tyngjandi fylgjur av fosturláti og fosturtøkum.

Elisabeth og Carl Sukkot hava í 25 ár arbeitt við at spreiða út virðingina fyri lívinum. Ígjøgnum hesi árini hava tey savnað stórar sannroyndir í sambandi við reaktiónir og sorg eftir fosturlát og fosturtøku tíðliga í barnsburðartíðini.

Skeiðini verða í Grúgvini í Lamba hósdagin og fríggjadagin 29. og 30. oktobur frá kl. 10.00 – 16.00. Almenni fyrilesturin verður á Parnassinum á Hafnia leygardagin 31. oktobur klokkan 14.00.

Skeiðini venda sær til:

Starvsfólk innan sosiala økið, ið arbeiða við familjum

Jarðamøður
Læknar
Lærarar
Pedagogar
Sálarfrøðingar
Sjúkrarøktarfrøðingar
Barnatænastur
Barnaverndartænastur
Samkomur og kirkjur
Øll áhugað

Staður:

Grúgvan
á Byrgisheyggi 15
Lamba

Tveirdagaskeið:

Skeiðið er tveirdagaskeið. Tó ber til at tekna seg bert til annan dagin.

Dagar:

Hósdagur 29. okt. 2009 – kl. 10.00 – 16.00
Fríggjadagur 30. okt. 2009 – kl. 10.00 – 16.00

Kostnaður:

Fyri báðar dagarnar, kr. 450,00
Fyri annan dagin, kr. 250,00
Íroknað: Skeiðtilfar og máltíðir.

Tilmelding:

Hilda Viderø, tlf.: 216785 Osla Sevdal, Tlf.: 745049 T-postur diakon@kallnet.fo

Gjaldið fyri skeiðið skal flytast á kontu í Føroya banka 6460 – 4238291.

Onnur tíðindi