Tað eru tað fleiri kvinnur og menn, í okkara landi eins væl og aðrastaðni, ið fara ígjøgnum svárar líðingar, orsaka av fosturtøku. Hetta eru menniskju, ið kanska eru í okkara familju, okkara vinir, onkur sum kemur í okkara kirkju ella samkomu, ella er viðkomandi møguliga í okkara felagsskapi á onkran hátt. Hesar kvinnur og menn vita ofta als ikki, hvussu ella hvar tey kunnu leita sær hjálp fyri hesa líðing. Kanska óttast tey fyri, at tosa við nakran um fosturtøkuna. Somuleiðis kann tað tykjast trupult hjá familju,vinum og enntá serkønum, at hjálpa teimum.
Rachel´sVineyard tænastan er ein altjóða felagsskapur, ið er settur á stovn av Dr. Theresa Burke, við tí endamálið, atbjóða grøðing, frið og vón til allar kvinnur og menn, ið líða og syrgja eftir eina fosturtøku. Rachel´s Vineyard (Jeremias 31:15) gevur upplýsing um trauma eftir eina fosturtøku og bjóðar eitt vikuskiftis ”retreat”, har ein dagsskrá verður sett og har hesi menniskjuni kunnu vera í einum tryggum umhvørvið, har tey kenna seg stuðlaði, ikki-fordømd og merkja, at alt tað sum fer fram er í trúnaði.
Í oktobur 2010 bjóðaði Føroyar Pro Vita (fyri lív) Bernadette Goulding, ið er samskipari av Rachel´s Vineyard í Írlandi, til Føroyar at tosa um trauma eftir eina fosturtøku. Hon tosaði á fleiri almennum støðum. Bernadette sjálv fekk gjørt eina fosturtøku, tá hon var nítjan ára gomul. Seinni í hennara lívi, kom hon at uppliva grøðing ígjøgnum Rachel´s Vineyard tænastuna. Síðan hetta, hevur hon leitt yvir 80 RV vikuskiftir í Írlandi, Englandi,Malta, Føroyum, Poland, Ungarn, Libanon og Korea.
Tað fyrsta Rachel´s Vineyard vikuskiftið her í Føroyum varð hildið í oktobur 2012. Tað næsta var í Januar 2014; í Marts 2014 var eitt og eitt annað er ásett at verða í September 2014. Kostnaðurin fyri luttakararnir er settur so lágt sum nú eina ferð gjørligt, soleiðis at væntandi peningur ikki skal seta nakran aftur, ella forða fyri at ein kann uppliva grøðing. Tað gávumildni ið Pro Vita hevur víst við at stuðla hesum arbeiði, hevur hjálpt til, við at fáa hetta ”retreat” til ein veruleika.
Heimasíðan hjá Rachel´s Vineyard Føroyar, varð víst á Facebook í február 2013. Hendan vísir á vitan, upptøkur og bøkur ið verða til ráddar at lesa í hesum sambandi. Eisini verður víst á, hvar ella hvønn ein kann seta seg í samband við her í Føroyum, Írlandi, Englandi.
Maria Forrestal og Hilda Viderø eru skrásett umboð fyri Rachel´s Vineyard Føroyar. Tær báðar leiða “retreat” toymið og hava greitt frá í Lindini og Iktus ið eru kristiligar sendistøðirí Føroyum, um sorg og grøðing eftir eina fosturtøku og eisini um Rachel´s Vineyard. Eisini hava tær ferðast runt og greitt frá, á ymiskum støðum her á landi.
Tú verður hervið boðin, at vísa tín stuðul fyri Rachel´sVineyard Føroyar:
- Sig kvinnum og monnum frá, um líðing ið kemur eftir eina fosturtøku og um Rachel´s Vineyard Føroyar
- Ger vitanina um Rachel´s Vineyard Føroyar sjónliga: lat kort við upplýsingum liggja í tykkara bygningi, bjóða Mariu ella Hildu at koma og tosa um grøðingina aftaná fosturtøku
- Set tær fyri, at minnast til at biðja fyri hesum líðandi kvinnum og monnum
- Gev javnan eina fíggjarliga gávu, fyri at stuðla okkara arbeiði
Tað hevði glett okkum, um tú á onkran hátt, í hesum umráðandi grøðingar arbeiðinum, kanst hava ein virknan leiklut.
Bestu ynskir,
Maria Forrestal og Hilda Viderø
apríl 2014
www.facebook.com/RachelsVineyardForoyar
Retræte for abortramte kvinder og mænd – af Kathrine Krogh Hoffman
Udfordringen – 01-10-2015
http://udfordringen.dk/2015/10/retraete-for-abortramte-kvinder-og-maend/