SÆRD/UR?

Særd av fosturtøku? Er angur um eina fosturtøku partur av lívi tínum, so ert tú ikki eina.
Vit leggja í tað. Vit kunnu hjálpa.

RACHEL´S VINEYARD FØROYAR

Vit bjóða tær møguleikan at koma burtur frá dagligu strongdina av arbeiði og familju, at hugsavna teg um pínufulla tíð í lívinum og fara undir lekingina í stuðlandi og ódømandi umhvørvi.

Rachel´s Vineyard tænastan er ein altjóða felagsskapur, ið er settur á stovn av Dr. Theresa Burke, við tí endamálið, at bjóða grøðing, frið og vón til allar kvinnur og menn, ið líða og syrgja eftir eina fosturtøku.

–  Rachel´s Vineyard  gevur upplýsing um trauma eftir eina fosturtøku og bjóðar eitt vikuskiftis ”retreat”.Her á staðnum, kanst tú uppliva Guds kærleika og umsorgan.

–  Rachel´s Vineyard vikuskiftið bjóðar tær ein møguleika, at grunda yvir ta upplivingina, ið tú fórst ígjøgnum í samband við fosturtøkuna, og at seta orð á hvussu hesin missur hevur ávirkað teg í fortíðini og í støðuni sum tú ert í nú. Og her kanst tú eisini fáa hjálp til, at fáa gjørt til kennar, tær óviðgjørdu kenslurnar, ið tú møguliga stríðist við. Tað at koma í samband við onnur, ið eisini stríðast við tí sama sum tú, kann eisini gerast ein vakur háttur at steðga, einari og hvørjari kenslu av avbyrging, ið tú kanska upplivir. Á staðnum kanst tú uppliva at finna frið. Lívið verður endurskapað. Og at enda kanst tú gerast varur við, at ein kensla av vón og meining fyri framtíðina verður avdúkaður.

Tað eru fleiri venjingar ella uppgávur, sum kunnu hjálpa tær at fara ígjøgnum sorgina av tínum ófødda barni og at taka ímóti og at góðtaka fyrigeving. Vikuskiftið endar við einum minningarhaldið og einari uppreisnar tænastu.

Ótti fyri tí ókenda ger tað møguliga trupult fyri teg, at røkka út fyri at finna hjálp fyri tað kensluliga og andaliga stríðið ella bardagan, ið tú kanska upplivir aftaná fosturtøkuna, hóast tað hendi fyri nýliga ella fyri fleiri árum síðani. Fleiri av teimum sum eru í retreat toyminum, hava gingið eftir somu tí gøtuni sum tú og hesi hava funnið hjálp, grøðing og vón ígjøgnum Rachel´s Vineyard. Tú verður møtt/ur við forstáilsi, kærleika og umsorgan, tá ið tú kemur.

Eitt Rachel´s Vineyard Vikuskifti verður hildið at einum staðið, sum bert verður kunnaður teimum ið luttaka. Allir luttakararnir á retreatinum, verða møttir og innritaðir í trúnaði, og alt fer fram í trúnaðu.

Fyri meira kunning, vinarliga set teg í samband við Maria Forrestal (tlf. +298 515386)
ella Hilda Viderø (tlf. + 298 216785)

Maria Forrestal og Hilda Viderø eru skrásett umboð fyri Rachel´s Vineyard Føroyar.

HEIMASÍÐUR

Rachel´s Vineyard Føroyar: www.facebook.com/RachelsVineyardForoyar
Rachel´s Vineyard Ministries (USA): www.rachelsvineyard.org

Tú kanst eisini finna meira upplýsing við at trýsta menupunktini beint omanfyri.

MYND/PICTURE: Forbidden Grief – The Unspoken Pain of Abortion: Dr. Theresa Burke
www.rachelsvineyard.org/resources/forbidden-grief.htm

ENGLISH

Hurt by abortion? If regret over an abortion is part of your life, you are not alone.
We care. We can help.

RACHEL´S VINEYARD FØROYAR

We offer you an opportunity to get away from the daily pressures of work and family, to focus on a painful time in life, and to begin healing through a supportive and non-judgemental process.

Rachel´s Vineyard Føroyar: www.facebook.com/RachelsVineyardForoya
Rachel´s Vineyard Ministries (USA): www.rachelsvineyard.org

Call in complete confidentiality to Maria Forrestal  (+298 515386)
or Hilda Viderø (+298 216785).

You can also contact:

Bernadette Goulding, Rachel´s Vineyard Co-ordinator, Ireland.
Homepage: www.rachelsvineyard.ie
Mobile: +353 87 8592877

You are very welcome to visit us on Facebook. You will find a lot of helpful information in English in the ”Notes” section. Just click on the heading ”Resources” (third on right).

www.facebook.com/RachelsVineyardForoyar/notes

Other Rachel´s Vineyard sites:

Rachel´s Vineyard Ireland: http://www.rachelsvineyard.ie/
Rachel´s Vineyard South East England: http://www.rachelsvineyardsoutheast.org.uk/
Rachel´s Vineyard Poland: http://rahelszoloskertje.wix.com/rahels

MYND/PICTURE: Forbidden Grief – The Unspoken Pain of Abortion: Dr. Theresa Burke

www.rachelsvineyard.org/resources/forbidden-grief.htm

 

MEIRA UPPLÝSING (slóðir) HAR

More Information (links) HERE