Eitt Rachel´s Vineyard Vikuskifti verður hildið 16-18.mars 2018. Vikuskiftið er til hjálp, vón og grøðing fyri kvinnur og menn, sum eru særd av fosturtøku.
Rachel´s Vineyard tænastaner ein altjóða felagsskapur, ið er settur á stovn av Dr. Theresa Burke, við tí endamálið, at bjóða grøðing, frið og vón til allar kvinnur og menn, ið líða og syrgja eftir eina fosturtøku.
Rachel´s Vineyard gevur upplýsing um trauma eftir eina fosturtøku og bjóðar eitt vikuskiftis ”retreat”. Her á staðnum, kanst tú uppliva kærleika og umsorgan.
Rachel´s Vineyard vikuskiftið bjóðar tær ein møguleika, at grunda yvir ta upplivingina, ið tú fórst ígjøgnum í samband við fosturtøkuna, og at seta orð á hvussu hesin missur hevur ávirkað teg í fortíðini og í støðuni sum tú ert í nú. Og her kanst tú eisini fáa hjálp til, at fáa gjørt til kennar, tær óviðgjørdu kenslurnar, ið tú møguliga stríðist við. Tað at koma í samband við onnur, ið eisini stríðast við tí sama sum tú, kann eisini gerast ein vakur háttur at steðga, einari og hvørjari kenslu av avbyrging, ið tú kanska upplivir. Á staðnum kanst tú uppliva at finna frið. Lívið verður endurskapað. Og at enda kanst tú gerast varur við, at ein kensla av vón og meining fyri framtíðina verður avdúkaður.
Ótti fyri tí ókenda ger tað møguliga trupult fyri teg, at røkka út fyri at finna hjálp fyri tað kensluliga og andaliga stríðið ella bardagan, ið tú kanska upplivir aftaná fosturtøkuna, hóast tað hendi fyri nýliga ella fyri fleiri árum síðani. Fleiri av teimum sum eru í retreat toyminum, hava gingið eftir tí somu gøtuni sum tú og hesi hava funnið hjálp, grøðing og vón ígjøgnum Rachel´s Vineyard. Tú verður møtt/ur við forstáilsi, kærleika og umsorgan, tá ið tú kemur.
Fyri meira kunning ella innmelding, vinarliga set teg í samband við Maria Forrestal, tlf: 771700 ; teldupost: m.forrestal2@gmail.com ella Hilda Viderø, tlf: 216785 ; teldupost: grugvan@gmail.com aðrenn 9.mars.
Vikuskiftið verður hildið at einum staðið, sum bert verður kunnaður teimum ið luttaka. Allir luttakararnir á retreatinum, verða møttir og innritaðir í trúnaði, og alt fer fram í trúnaðu.
Maria Forrestal og Hilda Viderø eru skrásett umboð fyri Rachel´s Vineyard Føroyar.
https://www.facebook.com/RachelsVineyardForoyar/ – www.rachelsvineyard.org
Les meira higar: Retræte for abortramte kvinder og mænd – Udfordringen, oktober 2015
http://udfordringen.dk/2015/10/retraete-for-abortramte-kvinder-og-maen
Fleiri upplýsingar