Ráðgevaratænastan

Dugir tú at lurta og seta teg inn í støðuna hjá øðrum?

Og ynskir tú at hjálpa kvinnum í trongstøðu, so er hetta kanska nakað fyri teg.

Eingin kvinna umhugsar føsturtøku til stuttleikar. Sum ráðgevi er tað týdningarmesta at lurta. Eingin søga er eins, og ráðgevin roynir at hjálpa kvinnuni, við at greina støðuna, sum hon er í. Ráðgevin kann veita fíggjarliga vegleiðing, vísa á møguleikar og í onkrum førum bjóða konkreta hjálp, um kvinnan ynskir tað. Avgerðin viðvíkjandi barnsburðinum er tó altíð kvinnunar og ráðgevin kennir sjáldan útfallið.

Tørvur er á fleiri ráðgevum við hóskandi útbúgving, sum td sálarfrøðingum, sosialráðgevum, heilsustarvsfólki osfr.

Set teg í samband við okkum á 771700 ella provita@provita.fo, um tú ynskir at gerast partur av ráðgevaratænastuni hjá Føroya Pro Vita.