Reglugerð

Reglugerð fyri Føroya Pro Vita
 

§ 1

Grundarlagið
Føroya Pro Vita (fyri lív) byggir á ta kristnu lívs- og menniskjaáskoðanina, lýst við orðunum hjá franska arvagrannskaranum Jerome Lejeune, professara í París.

Lejeune-yvirlýsingin er soljóðandi:

  • Tá ið barnið er gitið í móðurlívi, er tað ein livandi skapningur.
  • Tað hevur eginleikar, sum ger tað ólíkt øllum øðrum menniskjum, eisini mammuni, sum verjir tað og gevur tí føði.
  • Tí kann einki setast i staðin fyri tað.
  • Heilt frá gitingini og til ellisár er tað hin sama menniskjan, sum veksur, búnast og at enda doyr.
  • Læknavísindin skal tæna og verja ta livandi menniskjuna frá tí, hon er gitin í móðurlívi, til hon doyr ein nátúrligan deyða.
  • Øll menniskju hava krav um óskerda virðing uttan mun til aldur, sjúku ella aðrar veikleikar.
  • Tá ið læknin rakar við neyð, er tað skylda og ábyrgd hansara at veita alla ta hjálp til mammu og barn, ið gjørligt er.
  • At taka lív fyri at loysa samfelagsligar, sosialar, fíggjarligar, sálarligar og arvaligar trupulleikar er tí ímóti virki læknans.

§ 2

Endamálið
Føroya Pro Vita er politiskt óheftur felagsskapur, sum virkar fyri at verja mannalív, tað fødda eins væl og tað ófødda, heilt frá gitnaði til natúrligan deyða.

Við hesum fyri eyga vil Føroya Pro Vita

  1. verja barnið í móðurlívi,
  2. vegleiða og vísa á aðrar møguleikar enn fosturtøku,
  3. veita teimum hjálp, sum koma í trongstøðu vegna barnsburð, gjøgnum ráðgeving,
  4. bústaðarhjálp, fíggjarligari styrkveiting eins væl og á annan hátt so nógv sum gjørligt,
  5. savna tey saman, sum siga nei til fosturtøku, tá ið lív ikki stendur móti lívi,
  6. og stuðla tí einstaka í støðutakanini fyri lívi,
  7. og ávirka støðuna manna millum, so at mannalív verða spard.

§ 3

Limaskapur
Limur kann hvør tann gerast, sum tekur undir við Lejeune-yvirlýsingini.

§ 4

Aðalfundur
Ársaðalfundur er hægsti myndugleikin hjá Føroya Pro Vita.
Hann verður hildin fyrst í hvørjum ári og verður alment lýstur 14 dagar frammanundan.

Eykaaðalfundur skal vera hildin, tá ið meirilutin av nevndini ella triðingurin av limunum skrivliga seta fram ynski um tað. Eykaaðalfundur hevur sama myndugleika sum ársaðalfundur og skal lúka somu krøv.

Atkvøðurætt á aðalfundi hevur hvør tann, sum hevur verið limur í minst tveir mánaðir, hevur goldið limagjald og tekur undir við Lejeune-yvirlýsingini. Atkvøðugreiðslan er skrivlig.

Nevndin skipar seg sjálv.

2 nevndarlimir vera valdir á 2. hvørjum aðalfundi við vanligum meiriluta, og 3 nevndarlimir vera valdir á 2. hvørjum aðalfundi við vanligum meiriluta. Tveir eykalimir vera valdir á hvørjum aðalfundi.
Valevnini játta frammanundan, at tikið verður við vali.

Ársaðalfundurin tekur allar høvuðsspurningar til viðgerðar.
Nevndin ger fundarskránna, sum ársaðalfundurin fyrst av øllum góðtekur.
Limir kunnu senda nevndini uppskot inn í seinasta lagi 2 dagar fyri fundin, sum nevndin skal leggja fyri ársaðalfundin til góðkenningar, áðrenn tey verða tikin við á skránna.

Mál, ið ikki eru á fundarskránni, kunnu verða tikin til viðgerðar á ársaðalfundinum undir síðsta máli “Ymiskt”, um 2/3 av teimum møttu limunum góðtaka málini, so skjótt fundarskráin er góðkend.

Ársaðalfundurin skal altíð hava hesi mál á skránni:

  • Góðkenning av fundarskrá
  • Val av fundarstjóra
  • Val av skrivara
  • Ársfrágreiðing og viðgerð av henni
  • Ársroknskapur, viðgerð og góðkenning
  • Val av formanni, nevndarlimum og grannskoðara
  • Viðgerð av innkomnum málum
  • Áseting av limagjaldi
  • Ymiskt

§ 5

Nevndin
Nevndin í Føroya Pro Vita er hægsti virkandi myndugleiki og stendur ársaðalfundinum til svars fyri, at virkað verður smb. § 2 í viðtøkunum.

Nevndin hevur leiðslu felagsins, umsitur ognir og skipar fyri fundum.

Í nevndini sita 4 fólk umframt formannin, sum stjórnar.
Nevndarlimirnir verða valdir fyri 2 ár. Lutakast verður millum teirra, sum verða vald tað fyrsta árið, hvør teirra ið situr bara í 1 ár, og hvør ið skal sita 2 ár.

Í nevndini skulu vera í minsta lagi tvey fólk við útbúgving innan heilsuvísindi.

Nevndin kann taka avgerðir, tá ið minst 3 limir eru møttir.
Vanligur meiriluti ræður. Stendur á jøvnum, er atkvøða formansins hin avgerandi.

Gerðabók verður førd fyri hvønn fund.

§ 6

Útliman
Uppsøgn av limaskapi í Føroya Pro Vita skal vera skrivlig.

Limaskapur í Føroya Pro Vita fellur burtur, tá limagjaldið er í eftirstøðu í tríggjar mánaðir eftir gjaldsfreistina og tvær skrivligar fráboðanir.

Nevndin kann siga lim úr felagnum, sum brýtur Lejeune-yvirlýsingina.

§ 7
Lógarbroyting
Lógir felagsins kunnu verða broyttar á aðalfundi, tá ið uppskot um lógarbroyting er komið nevndini í hendi í seinasta lagi 3 mánaðir áðrenn, og tá ið ⅔ av teimum møttu limunum eru fyri.

Sagt skal vera frá lógarbroyting, tá ið lýst verður til aðalfundar.

Innihaldið í § 1, grundarlagnum hjá felagnum, Lejeune-yvirlýsingin kann ikki broytast.

§ 8

Avtøka
Uppskot um avtøku skal vera nevndini í hendi í seinasta lagið 6 mánaðir fyri aðalfund, ið tá kann samtykkja uppskotið við ⅔ meirilluta av teimum møttu limunum.
Aðalfundurin velur síðan eina avtøkunevnd, sum sendir uppskotið um avtøku til uratkvøðu.
Atkvøða ⅔ av innkomnu atkvøðuseðlunum fyri avtøku, er felagið avtikið, og ognir felagsins verða tá latnar øðrum hjálparfelagi ella -feløgum.

Soleiðis samtyktar á stovnandi ársaðalfundi á Gøtu HF- og Studentaskúla hin 12. juni 1992.