Grundarlag

Føroya Pro Vita byggir á Lejeune-Yvirlýsingina ið er soljóðandi:

Tá ið barnið er gitið í móðurlívi, er tað ein livandi skapningur. Tað hevur eginleikar, sum ger tað ólíkt øllum øðrum menniskjum, eisini mammuni, sum verjir tað og gevur tí føði. Tí kann einki setast í staðin fyri tað.

Heilt frá gitnaðinum og til ellisár er tað hin sama menniskjan, sum veksur, búnast og at enda doyr.

Læknafrøðin skal tæna og verja ta livandi menniskjuna frá tí hon er gitin í móðurlívi, til hon doyr ein natúrligan deyða.

Øll menniskju hava krav um óskerda virðing uttan mun til aldur, sjúku ella aðrar veikleikar.

Tá ið læknin rakar við neyð, er tað skylda og ábyrgd hansara at veita alla ta hjálp til mammu og barn, ið gjørlig er.

At taka lív fyri at loysa samfelagsligar, sosialar, fíggjarligar, sálarligar og arvaligar trupulleikar er tí ímóti virki læknans.