FØROYA PRO VITA

Føroya Pro Vita er ein Pro-Life felagskapur og enn einasti felagskapur av sínum slag í Føroyum. Síðan stovnan í 1992, hevur virksemi umfatað upplýsing um mannavirðið hjá ófødda barninum, fosturtøku og eftir-fosturtøku-avleiðingar (Post Abortion Syndrom). Felagskapurin veitir upplýsing til skúlaflokkar og áhugabólkar, t.d. innan kirkju- og samkomugátt, ið ynskja at fáa hollari kunnleika til ófødda barnið, og skipar eisini fyri temadøgum og fyrilestrum kring landið.

Føroya Pro Vita hevur eisini ráðgevar knýttir at felagsskapinum, sum ráðgeva kvinnum og familjum, tá fosturtøka verður umhugsað ella tykist at vera einasta ella besta loysnin.

Føroya Pro Vita byggir á Lejeune-yvirlýsingina, ið millum annað staðfestir, at eitt menniskjalív byrjar við gitnaði, tá allir arvaeginleikar eru upp á pláss og vøkstur byrjar, sum eisini er í tráð við vísundaliga vitan innan hetta økið.

Tað ófødda lívið hevur sama virði og eigur at verjast eins og tað fødda.