VÆLKOMIN Á RÁÐSTEVNU 27.-28. APRÍL Í ØSTRØM Í HAVN
Ráðstevnan verður hildin báðar dagarnar frá klokkan 10 til 15, við fyrilestrum og samrøðum um tey veruliga burturtagdu í fosturtøkuspurnginum, nevniliga “mannavirði” (nær menniskja er eitt menniskja) og “avleiðingar av fosturtøku”.
Ráðstevnan verður á høgum fakligum og verkligum støði við vælútbúnum og royndum fyrilestrahaldarum úr Danmark, Norra og Stóra Bretlandi. Høvi verður eisini at seta spurningar á ráðstevnuni.
SKRÁ:
* Dagførd 23-04-2018
Fríggjadagin 27. apríl:
10.00 Vælkoma og setan
10.15 Fyrilestur við John Smeaton: “Hví fosturtøka ikki skuldi verið loyvd í Føroyum”
11.15 Kaffi
11.30 Fyrilestur við Sølvi Marie Risøy við støði í hennara PhD ritgerð: “Hvørjar upplivingar hava kvinnur, tá ið frávik verða staðfest hjá fostrinum og støða skal takast til úrveljandi (selektiva) fosturtøku?
12.30 Ábit
13.15 Fyrilestur við Clarie Bremner: “Hvørja hjálp kunnu tey fáa, ið líða av seinárini av fosturtøku?” *
14.00 Kaffi – Samanumtøka og samrøða
15.00 Endi
Leygardagin 28. apríl:
10.00 Vælkoma
10:15 Fyrilestur við Peter Øhrstrøm: “Samspælið millum lívsáskoðan og etiska grundgeving”
11.15 Kaffi og spurningar
11.30 Fyrilestur við Emmet Dooley (serliga ætlaður ungdómi): “Hvussu vinna hjarta og sinni gjøgnum samrøðu við ein í senn?”
12.30 Ábit
13.15 Fyrilestur við Ludvig Nessa: “Nær verður eitt menniskja eitt menniskja? Um avleiðingarnar av fosturtøku” *
14.00 Kaffi – Samanumtøka og samrøða
15.00 Endi
Broytingar kunnu koma fyri í skránni