Pávin hart ímóti fosturtøku og samkensludrápum

Pávin hart ímóti fosturtøku og samkensludrápum

Bænadikt XVI pávi gjørdi greitt í gjár, at hann fer at gera sum undanmaðurin, Jóhannes Páll annar, og vera hart ímóti fosturtøku og samkensludrápum. Tá heitti hann á prestarnar um at standa ímóti royndum at linka boðskapin hjá rómversku-katólsku kirkjuni.

Pávin segði, at pávin eigur ongantíð at siga sína egnu hugsan, men tosa út frá orði guds. Og tað var júst tað, sum Jóhannes Páll annar gjørdi, tá hann stríddist móti skeivum tulkingum av frælsi.

– Lívið er friðhalgað frá føðing til náttúrligan deyða.
Frælsi at drepa er ikki veruligt frælsi, men harðræði, sum ger fólk til trælir, segði pávin sambært AP.

Kelda: ÚF 08. mei 2005 17.49 / AP

Onnur tíðindi