Nýklaktar mammur skulu fáa minstuløn

Allar nýklaktar mammur eiga at fáa eitt minstagjald úr barsilsskipanini.

Tað heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

Hann vísir á, at landsstýrið førir seg nógv fram sum ein samgonga ið vil stimbra upp undir fólkavøkstur í Føroyum.

Tí heldur hann, at tað er órættvíst, at nýklaktar mammur, sum eru undir útbúgving, og sum sostatt ikki hava arbeitt, ikki eisini skulu kunna fáa gjald úr barsilsskipanini, heldur hann.

Hann sigur, at tað sama er galdandi fyri mammur, sum ikki fara á arbeiðsmarknaðin, fyrrenn tey hava fingið børn.

– Sum heild er tað órímiligt, at tey, sum hava arbeitt, áðrenn tey fáa børn, hava betri rætt til gjald úr barsilsskipanini enn tey, sum fara at arbeiða, aftaná at børnini eru komin, sigur hann.

Tí vil Bill Justinussen nú hava Henrik Old, landsstýrismann, at greiða frá, hvussu nógv tað hevði kostað at sett eina skipan í verk, har allar nýklaktar mammur vórðu tryggjaðar at fáa minst 8000 krónur úr barsilsskipanini um mánaðin.

Men hann heldur kortini, at tey, sum rætt at fáa forsorgarhjálp, lestrarstuðul, ella annað, skulu fyrst fáa tað goldið, og so eiga tey at fáa tað úr barsilsskipanini, sum manglar í , so at teimum er tryggjað eitt gjald upp á 8.000 krónur um mánaðin.

–Ein kvinna, sum er undir útbúgving og ikki hevur havt lønandi inntøku seinastu trý árini, hevur ikki rætt til gjald úr barsilsskipanini staðfestir Bill Justinussen.

Og tað heldur hann, er órættvíst.

–Ein familja, sum leggur dent á at nema sær útbúgving, og sum samstundis fær børn, er sett í eina verri støðu enn ein familja, har bæði foreldur arbeiða og hava inntøku, heldur hann.

Hann heldur, at í einum heilum arbeiðslívi, munnu báðar familjurnar hava avrikað á leið tað sama og hava goldið á leið tað sama í barsilsskipanina.

Tí heldur hann, at tað er órættvíst, at ikki báðar familjurnar eisini eru eru javntsettar í sambandi við barsilsskipanina, uttan mun til, hvar á lívsleiðini tey eru stødd, tá børnini koma.

Onnur tíðindi