Nýggj vísindalig grein: Nýfødd vid CTD eins væl fyri sum børn uttan CTD



Nýggj vísindalig grein: Nýfødd vid CTD eins væl fyri sum børn uttan CTD

– Nýfødd vid CTD vóru eins væl fyri, tá tey vórðu fødd, sum børn uttan CTD. Eingin munur var heldur á vekt og longd. Tískil tykist CTD ikki at ávirka nýfødd.

Hetta verður sligið fast við støði í nýggjari grein, sum fyri kortum varð kunngjørd í altjóða tíðarritinum “Journal of Inherited Metabolic Disease Reports”, og sum ber heitið “Primary Carnitine Deficiency: Is foetal development affected and can newborn screening be improved?”.

Fyrsti høvundur av greinini er Jan Rasmussen, lækni á Landssjúkrahúsinum og Ríkissjúkrahúsinum, meðan viðhøvundarnir eru frá Ríkissjúkrahúsinum, Statens Serum Institut og Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Tað er heimasíðan hjá Granskingarráðnum, ið umrøður hesa greinina, sum snýr seg um nýfødd vid CTD, og sum eisini lýsir yvirlitskanningina – screeningina – av nýføddum.

Umframt omanfyrinevnda varð eisini funnið, at best er bert at nýta frítt karnitin til yvirlitskanning av nýføddum. Og tað tykist eisini vera ein fyrimunur, sambært greinaskrivarunum, at taka blóðroynd 4-9 dagar eftir føðing, heldur enn bert 2-3 dagar eftir føðing, sum verður gjørt við núverandi PKU kanning.

Fyri at betra um yvirlitskanningina verður tískil tilmælt at endurtaka blóðroynd t.d. 3-4 vikur eftir føðing, tá ávirkanin frá mammuni er burtur.

KELDA: Jens Hákun Leo – www.portal.fo – 24.04.2017

Onnur tíðindi