Fyri góðum mánaði síðan kom Altjóða Heilsustovnurin (WHO) út við nýggjum tilmælum um fosturtöku. WHO er ein undirfelagsskapur hjá ST, sum varð stovnaður í 1948 við tí endamáli “at öll fólk skulu fáa so góða heilsu sum gjörligt”.
Frammaliga í 210-síðu langa bóklinginum frá WHO stendur, at tilmælini eru fyrst og fremst ætlað myndugleikum og politikarum, men eisini fosturtökuveitarum. Tey flestu tilmælini snúgva seg um fosturtökuhættir og líknandi, men í hesi greinini verður hugt nærri eftir trimum lógaruppskotum úr bóklinginum.
Lógaruppskotini/tilmælini eru:
1. At fosturtöka ikki skal vera eitt revsivert misbrot.
2. At fosturtöka skal vera loyvd í allari viðgongutíðini undir öllum umstöðum – einasta kravið skal vera at mamman ynskir tað.
3. At heilsustarvsfólk ikki kunnu nokta at taka lut í eini fosturtöku av samvitskuorsökum, um hetta á nakran hátt forðar eini kvinnu í at fáa fosturtöku.
WHO sigur, at um tilmælini ikki vera fylgd, so kann hetta hava “keðiligar fylgjur” sum t.d., at fleiri börn vera född, tí at færri fosturtökur verða framdar. Harafturat siga teir, at tað er púra trygt (fyri mammuna) at taka fostrið, líkamikið hvussu langt hon er komin í viðgongutíðini.
Í bóklinginum stendur, at tilmælini virða öll mannarættindi. T.d. verja tilmælini rættin til lív, tí tá ið vit ikki hava fría fosturtöku “kunnu vit noyða kvinnur at fáa sær ólógligar og vandamiklar fosturtökur” og seta lív teirra í vága.
Bóklingurin sigur seg eisini virða sáttmálan um rættindi hjá börnum (16.01.1992). Hetta er áhugavert, tí at fostrið ella barnið í móðurlívi er ongantíð nevnt í bóklinginum – tó er tað umtalað sum “vevnaður” minst einaferð.
Í ST-sáttmálanum um rættindi hjá börnum stendur m.a.:
Grein 6
Luttakaralondini viðurkenna, at øll børn hava ein natúrligan rætt til lívið.
Grein 1
Í hesum sáttmála er eitt barn at skilja sum eitt og hvørt menniskja yngri enn 18 ár, uttan so at barnið gerst myndigt fyrr sambært teirri lóg, sum er galdandi fyri barnið.
Spurningurin er so, hvussu fylgir bóklingurin hesum sáttmálanum? Tað er týðiligt, at einasti mátin tilmælini frá WHO kunnu tulkast til at virða rættindi hjá börnum og rættin til lív, er um barnið í móðurlívi ikki verður roknað sum eitt barn ella sum eitt menniskja yvirhövur.
Men hvat er tað sum knappliga ger okkum til menniskju? Er tað ein ávísur aldur? Um so, hvör aldur?
Eitt barn fött í USA í viku 21 yvirlivdi við nógvari hjálp frá serfröðingum, men í t.d. Íslandi er frí fösturtöka til og við viku 22.
Liggur virðið okkara í, um vit eru ynskt ella óynskt? Hvat serligt hendir, tá ið vit verða född, sum ger, at vit hava rætt til lív, hóast mamma okkara ikki ynskir okkum longur?
Í 2021 metti WHO at 73 mió. fosturtökur verða framdar um árið. Teir meta, at tað eru 3 fosturtökur fyri hvörji 10 fostur, sum eru gitin í móðurlívi.
Tað eru fleiri kanningar gjördar um hví kvinnur velja fosturtöku. Í eini kanning frá Guttmacher í 2005 vórðu 1209 kvinnur spurdar, um hví tær valdu fosturtöku. Fyrst kundu tær nevna fleiri orsökir, og tá sögdu 73% at tær ikki hövdu ráð til barnið, 48% at tær hövdu trupulleikar við pápanum og 74% at tær ikki hildu seg megna at taka sær av arbeiði, skúla, ella öðrum börnum, um tær fingu eitt barn afturat. Tá ið tær vórðu spurdar um hövuðsorsökina, sögdu tær allarflestu, at tær ikki földu seg klárar ella nóg væl fyri fíggjarliga at taka sær av einum barni. Einans 7% valdu fosturtöku vegna egna heilsu ella tí fostrið bar brek og 0,5% í samband við neyðtöku.
Í eini danskari kanning um fosturtöku frá 2003, har 1326 kvinnur vóru við var vanligasta orsök til fösturtöku aftur, at tær “ikki hövdu ráð til eitt barn beint nú” ella at teirra “sosiala stöða var ov óstabil”.
Er tað ikki eitt sindur óvæntað at fíggjarligu umstöðurnar skulu vera vanligasta orsök til fosturtöku í einum vælferðarsamfelagi sum okkara? Vilja vit ikki heldur liva í einum samfelag har eingin fölir seg noydda at velja fosturtöku tí tær ikki síggja aðrar möguleikar?
Burdu vit ikki verið raskari at tikið okkum av kvinnum og mammum í okkara landi, soleiðis at eingin fölir seg noydda at velja barnið hjá sær frá?
Her í Föroyum hava vit hjálparfelagskapin Mammuhjálpina, sum arbeiðir við at loysa júst henda trupulleikan. Mammuhjálpin kann m.a. veita praktiska hjálp, ráðgeving í almennum viðurskiftum og klæðir og útgerð til börn.
Endamálsorðingin hjá Mammuhjálpini er:
Vit vilja virka fyri, at ongin kvinna í Føroyum skal føla seg noydda at velja fosturtøku vegna vantandi hjálp. Vit ynskja somuleiðis, at allar mammur og familjur skulu vita, at tær kunnu venda sær til okkum, um tær hava tørv á ráðgeving og hjálp.
Fyri líka at venda aftur til altjóða viðurskifti, so stendur í ST-sáttmálanum um rættindi hjá börnum, at barnsins törvur eigur at setast fremst í samfelagsmálum. Tí var tað skuffandi og ræðandi at lesa hvussu WHO í sínum tilmælum ongantíð hugsaði um barnið í móðurlívi ella viðurkendi tað sum menniskja yvirhövur.
Börn okkara eru framtíðin og eru týdningarmesta tilfeingið eitt land hevur.
Tað er kanska ikki altíð at besta loysnin fyri barnið er besta loysnin fyri mammuna. Men tað er týdningarmikið, at vit hugsa um báðar partar, eisini tá ið tað er trupult. Fosturtöka er jú ikki einasti mátin at loysa trupulleikan hjá eini barnakonu, ið ikki hevur ráð ella umstöður til eitt barn.
Ynskir tú at vita meira um Pro Vita ella Mammuhjálpina ella stuðla virksemi okkara, ert tú vælkomin at vitja heimasíður okkara: provita.fo og mammuhjalpin.fo
Keldur:
Fosturtöku tilmæli frá WHO: https://apps.who.int/iris/bitstream/handle/10665/349316/9789240039483-eng.pdf?sequence=1&isAllowed=y
Hagtöl um fosturtöku: https://www.who.int/news-room/fact-sheets/detail/abortion
“Keðiligar fylgjur”: https://cdn.who.int/media/docs/default-source/reproductive-health/abortion/supplementary-material-1.pdf?sfvrsn=5bc94f18_7
Föddur, 21 vikur: https://www.uab.edu/news/health/item/12427-uab-hospital-delivers-record-breaking-premature-baby –
Kanning úr USA 2005: https://www.guttmacher.org/sites/default/files/pdfs/journals/3711005.pdf
Donsk kanning 2003: https://www.yumpu.com/da/document/read/19793342/nar-der-ikke-er-noget-tredje-valg-sundhedsstyrelsen/27
ST-sáttmálin um barnarættindi: https://d3b1dqw2kzexi.cloudfront.net/media/7681/sáttmálin-á-føroyskum.pdf
Skrivað: Björk Tyril Sadembou