Nú er eitt greitt mark sett fyri, nær talan er um eitt deyðføtt barn, ella um talan er um fosturlát, abort. Tað vísir Heilsumálaráðið á í eini fráboðan í dag.
Ráðið staðfestir, at tann fyrsta september varð sundhedsloven sett í gildi í Føroyum. Ein av ásetingunum í lógini er, at greitt mark er sett ímillum eitt fosturlát og eitt deyðføtt barn. Og tað markið er 22 vikur. Tað hevur annars verið ivamál um markið í Føroyum er 22 ella 28 vikur, og tí heldur Heilsumálaráðið at tað er neyðugt at kunna um hesa staðfesting í lógini.
Spurningurin um talan er um eitt fosturlát, ella eitt deyðføtt barn, hevur týdning fyri rættindini hjá kvinnuni aftaná føðing, eisini í sambandi við barsislfarloyvi.
Verður eitt barn føtt eftir at 22. vika er farin aftur um bak – uttan mun til um tað er deyðføtt ella ikki – er talan um eitt barn, sum skal jarðast og skrivast í kirkjubókina, umframt at faðirskapurin skal staðfestast. Eisini verður barnið partur av burðarhagtølunum og líksýn skal vera, sigur Heilsumálaráðið.
Keldan: Nú er greitt mark ímillum eitt deyðføtt barn og fosturlát – in.fo, 14.02.2019