Norðmenn øtast – gentubørn verða vald frá

Síðani tilboðið um ultraljósskanningar kom í 1987 er talið á føddum gentum fallið ógvusliga og norðmenn óttast nú eitt sundurskiljingarsamfelag.

Anne-Grete Strøm Erichsen, heilsumálaráðharri sigur, at tað kann als ikki góðtakast og boðar frá tiltøkum ímóti kynsútvaldum forstutøkum.

Julie Brodtkorb fyri Kvinneforum hjá Høgra sigur, at antin tað snýr seg um gentubørn ella børn við Down Syndrom, so er tað ein partur av sama kjakinum. Í eini ávísum bólki av innflytarum, sær tað út til, at tað eru gentubørn, sum verða vald frá.

– Men eg eri bangin fyri, at vit fara at fáa eitt sundurskiljingarsamfelag á fleiri økjum, sigur hon og vísir á tær etisku tvístøður, sum nýggj tøkni førir við sær.

VG hevur spurt fleiri norskar polikarar um teirra meining í sambandi við kanningina hjá norska ríkissjúkrahúsinum. Flestu halda, at kanningin fer at ávirka kjakið um ultraljóðskanning. Tó onkur teirra heldur ikki, at ein kanning, sum er gjørd ímillum kvinnur í einum so lítlum minnilutabólki, fer at hava nakra ávirkan á tilboðið um ultraljóðskanning.

Kelda: VG NETT

Onnur tíðindi