Nógv færri børn við Down-syndrom í Danmark

Í fjør sóu bert 24 børn við Down-syndrom dagsins ljós í Danmark.

Fyri bert 10 árum síðani vórðu í Danmark hvørt ár fødd umleið 80 børn við hesum breki. Í 2005 fall talið niður á 30 børn, sum blivu fødd við Down-syndrom og heili 131 fostur við hesum breki blivu beind burtur við fosturtøku.

Hetta heldur Ann Tabor, professari á Ríkissjúkrahúsinum vera einastandandi. Hon fegnast um effektivu kanningina, sum ger, at Danmark helst er eitt av londunum í heiminum, sum hevur fægst børn við brekinum, vanliga kallað mongolisma.

Men næstformaðurin í Etiska Ráðnum, Lotte Hvas, lækni, finst at hálslegdkanningini, sum hon heldur órógvar óneyguða nógvar familjur. Harafturat førir tilboðið av kanningini til sera stórar trupulleikar, sigur hon.

Hon heldur, at vandi er fyri at oyðileggja bæði viðgongutíð og barnsins uppvøkstur hjá teimum, ið fáa eitt ógreitt svar upp á fostursjúkugreiningina,

Hon vísir eisini á, at tey, hava fingið barn við Down-syndrom, eru í eini truplari støðu.

Við tað, at tey hava sagt nei takk til kanningina, so noyðast tey at liva við, at tey sjálvi hava gjørt av at fáa eitt barn við breki. Hjá teimum, har kanningin miseydnaðist, verður jú talan um barn, sum kom til verðina orsakað av einum læknafeili.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Myndin er av heimasíðuni hjá Javna

Onnur tíðindi