Nevndarskifti í Føroya Pro Vita

Fyri einum mánaði síðani, tann 13. mars 2021, var ársaðalfundur hjá Føroya Pro Vita. Teir nevndarlimir sum stóðu fyri vali vóru: Ruth Norðgerð Sevdal, Sofus Gregersen, Elsbet Ellingsgaard Magnussen og Kim Hansson. Elsbet og Kim stillaði ikki upp aftur, og eisini hevði Hilda Viderø valt at trekkja seg eftir 15 ár í nevndini hjá Føroya Pro Vita.

Sostatt skuldu tríggir nýggir nevndarlimir veljast í nevndina, og til hetta bjóðaðu Rebekka Fuglø, Marita á Lakjuni Eysturlíð og Aksel Kambskarð Berg seg fram. Eftir nevndarvalið takkaði Sofus fyri seg sum formaður Føroya Pro Vita seinastu í 16 ár.

Nevndin mannaði seg á nýggjum eftir aðalfundin soleiðis:

Forkvinna Gudny D. Rasmussen
Næstforkvinna Ruth Norðgerð Sevdal
Kassameistari Nigro Bjarki Hermansen
Skrivari Rebekka Fuglø
Nevndarlimur Marita á Lakjuni Eysturlíð
Tiltakslimur Sofus Gregersen
Tiltakslimur Aksel Kambskarð Berg

(Á myndini frá vinstru eru Ruth, Gudny, Rebekka, Nigro, Marita og Aksel. Sofus Gregersen manglar á myndini.)

Onnur tíðindi