– “Møguleiki var ikki at heilsa uppá barn nummar 50.000, tí óvist er júst hvør borgari nummar 50.000 er. Av tí at hetta er óvíst, so varð valt at hava móttøku á føðideildini ístaðin. Tey nýggju børnini, sum fødd vórðu fyrstu vikuna í mars mánaði verða at rokna sum møguligir borgarar nummar 50.000, greiðir Anna Dánjalsóttir, deildarleiðari á føðideildini frá.
Hagstovan skrivar, at skrásetta fyribils fólkatalið 1. apríl er 50.030 fólk. Vanliga kunnger Hagstovan fólkatalið ein mánað afturút, tí fleiri fráboðanir til landsfókaskránna ofta eru seinkaðar bæði ein og tveir mánaðir…”