Menniskjavirði og tíðarrákið

Tað var Jógvan Zachariasen, samkomuleiðari í Lívdini í Hoyvík, ið var gestatalari á fundinum. Hann hevði fingið evnið ‘Menniskjavirði’ at tosa um, men kom samstundis nógv inn á tíðarrákið í dag.

– Eg vil koma inn á nakað av tí, sum er grundleggjandi fyri teimum tankum og orðum, sum eru frammi í tíðini. Hetta ávirkar eisini hvørja mannaáskoðan, vit hava, segði Jógvan.

Jantelógin
Fyri at lýsa tíðarrákið, setti hann fimm punkt fram. Ella sum hann kallaði tað, teir fimm stóru risarnir.

Tann fyrsti av hesum risunum var tann sokallaða Jantelógin. Hetta er lógin, ið sigur, at “tú skalt ikki halda at….” Her vísti hann á hugburðin, at nøkur hildu seg vera klókari enn onnur, og so skuldu onnur ikki koma at læra tey nakað. Hetta viðførir hugsanina, at hugt verður niður á hvønn annan, og tankan at næstin einki virði hevur.

Hann vísti á, at tann kristna jantelógin, sum onkur hevur kallað tað, júst er tann øvuta, nevniliga at øll menniskju eru virðismikil.

Hann vísti eisini á Sálm 8 og 139, har tað nevniliga verður komið inn á, hvussu virðismikil menniskjan er, og eisini hvussu stórur Gud, okkara skapari, er.

– Eitt kinverskt orðatak sigur “Hvussu við at tendra eitt ljós ístaðin fyri at stríðast móti myrkrinum”, segði Jógvan.

Postmodernisma
Tað næsta, sum Jógvan kom inn á, er tað nýmótans orðið ‘postmodernisma’. Hetta er eitt orð, ið verður nýtt at lýsa tíðina, vit liva í í dag. Eyðkennini eru millum annað, at tað er ikki nakar skipaður hugsanarháttur aftanfyri, men hvør einstakur finnur sær sín egna sannleika og meining við lívinum, meðan onnur finna aðrar sannleikar og aðrar meiningar.

Undir postmodernismuni vísti hann á fýra teir næstu risarnar, sum hann kallaði tað.

Ismir’nar
Tann næsti stóri risin var sekularisma. Her verður millum annað sagt, at Gud er deyður, at eingin absoluttur sannleiki er til, men at hvør einstakur finnur sær sín egna sannleika.

Tann triði stóri risin var pluralisma. Í hesum liggur millum annað, at fólk finna sær sín egna veg til Gud. Tað er sum eitt sjálvtøkuborð, har fólk sjálvi velja, hvat passar teimum. Í pluralismuni er tað heldur eingin trupulleiki, at tað sostatt vera nógvir ymiskir sannleikar.

Tann fjórði stóri risin er relativisman. Eitt av høvuðseyðkenninunum har er, at kennist tað væl, so ger tað. Har er eingin absoluttur moralur, tað vil siga einki ‘rætt’ ella ‘skeivt’, men í staðin egið val av lívsstíli.

Tann fimti stóri risin, ið Jógvan nevndi, var tað, sum hann kallaði ‘privatisering’. Her hugsaði hann um, at fólk vóru so lítið saman nú. Familjur hava nóg illa tíð at eta eina máltíð saman, tí fólk skulu renna frá einum til tað næsta. Tí verður heldur ikki tosað so nógv saman, og fólk gerast meir einsamøll.


Avbjóðing
Jógvan vísti á, at hetta postmodernistiska rákið gongur móti kristindóminum, ið nevniliga boðar sannleikan, og ikki ein av mongum sannleikum og eisini hevur ein absoluttan moralskan standard og ikki bara tann moralin, sum fólk sjálvi halda passa fyri tey.

– Tað postmodernistiska rákið møtir okkum allastaðni. Bæði gjøgnum fjølmiðlarnar, tónleik, útbúgving, lesnað og forbrúk. Hetta er ein stór avbjóðing hjá okkum kristnu, og serliga tí at tað verður ein moralskur hurlivasi, segði Jógvan.

Hann vísti tí á, at tað er neyðugt hjá okkum sum kristin at møta hesum postmodernistisku avbjóðingunum. Og fyri at gera tað, mugu vit hava eitt gudfrøðisligt grundarlag, eitt evangeliskt grundarlag og vinskaps grundarlag at taka støði í.

Fakta
* Føroya Pro Vita (fyri lív) er ein felagskirkjuligur felagsskapur, sum virkar fyri at verja mannalív, tað fødda eins væl og tað ófødda, heilt frá giting til naturligan deyða.

Endurgivið við loyvi frá Trúboðanum
Orð og myndir: Frants Jensen

Onnur tíðindi