Mannavirði í Evropa

Her endurgeva vit grein íð stóð í Trúboðanum 23-11-2011:
Orð og mynd:
Frants Jensen

Herfyri var Johan Lundell í Føroyum. Hann var gestur hjá Føroya Pro Vita.
Í 20 ár hevur Johan Lundell arbeitt innan felagsskapin ‘Ja til Livet’, og síðstu 13 árini hevur hann verið aðalskrivari í felagsskapinum.
– Vit arbeiða serliga við at fáa fram fakta um lívið. Hetta leggja vit út á okkara heimasíður, har vit eisini svara teimum mest settu spurningunum, sum til dømis hava við fosturtøku og annað í hesum sambandi at gera. Vit kunna eisini aðrar vegir. Tíverri eru fleiri upplýsingar í almenna rúminum, sum hava við fosturtøku at gera, skeivar. Vit hava tí lagt okkum eftir at fáa rættar upplýsingar fram. Tað eru ikki átrúnaðarligar upplýsingar, men hagtøl og vísindaligar upplýsingar frá viðurkendum læknum, ið vit leggja dent á. Harafturat upplýsa vit eisini um, hvønn rætt ein mamma við einum barni í móðurlívi hevur, og vit arbeiða fyri, at bæði hon, pápin, familjan og heilsustarvsfólk vita, hvørji rættindi tey hava, og at tey fáa alt hetta upplýst, og at eingin leggur tey undir sálarligt trýst at fremja eina fosturtøku, sigur Johan.

Spyrja 11 ára gomul um sex

Tá ið Johan var í Føroyum, hevði hann tveir fyrilestrar á Hotel Hafnia 12. november. Annar av hesum fyrilestrunum hevði heitið ‘mannavirði í Evropa’.
Hóast nokk so fitt av fyrilestrinum onkursvegna nart við evnið fosturtøku, so kom hann tó eisini inn á onnur viðurskifti. Eitt av hesum evninum var, at børn heilt niður í 11 ára aldur, herfyri millum annað vórðu spurd av einum blaði í Svøríki, hvat stimbrar tey kynsliga, eins og aðrar líknandi spurningar.
– Børn eiga at fáa loyvi at vera børn, og tey eiga ikki at vera útsett fyri at fáa tílíkar spurningar. Tú brýtur rættin hjá teimum at vera børn við tílíkum spurningum, og hetta eiga vit sum foreldur ikki at góðtaka. Her verður mannavirði sett til síðis, sigur Johan.

Sálarligt trýst ikki loyvt
Johan vísti millum annað á samtykt 1763 hjá Evroparáðnum um rættindini hjá tí einstaka, tá ið hann tosaði um, at ein kvinna, ið er við barn, viðhvørt kann verða trýst at taka fosturtøku, ella eitt heilsustarvsfólk verður trýst til at taka lut í fosturtøkuni.
Samtyktin sigur greitt, at eingin kann tvingast til nakað, og at tað heldur ikki er loyvt at fremja sálarligt trýst móti nøkrum hesum viðvíkjandi. Tað er sera týðandi, at hesin boðskapurin kemur út, so at bæði kvinnan, ið er við barn, og hennara nærmastu eins og heilsustarvsfólkið vita av hesum og siga frá, sigur Johan.
Hann vísir á, at tað eru alt ov nógvar søgur um, at kvinnan hevur kent seg at verið undir einum sálarligum trýsti fyri at fremja eina fosturtøku, ella at heilsustarvsfólk hava upplivað eitt sálarligt trýst at vera við til at útinna fosturtøkuna.
– Uppgávan hjá læknanum er hinvegin at vísa kvinnuni á aðrar møguleikar enn fosturtøku. At nevna ymiskar hjálparmøguleikar, um hon velur at eiga barnið, ættleiðing og aðrar møguleikar. Hetta verður tíverri ikki altíð nevnt. Men kvinnan, ið er við barn, hevur krav um at fáa hesar upplýsingarnar, sigur Johan.

Nógvar fosturtøkur í Norðurlondum
Støðan er rættiliga ymisk frá landi til land í Evropa, tá ið ræður um fosturtøkur.
– Norðurlondini hava eitt rættiliga høgt fosturtøkutal í mun til fólkatalið, tá ið sammett verður við flestu av hinum londunum í Evropa. Tó, so er eisini munur á. Finnland hevur til dømis ikki fría fosturtøku, so har er talið ikki so høgt. Tað eru eisini onnur lond á okkara leiðum, ið ikki hava fría fosturtøku, til dømis Ongland og Holland. Í fleiri av londunum í Eysturevropa er talið av fosturtøkum væl lægri enn aðrastaðni í Evropa. Nógvastaðni eru fosturtøkutølini eisini í minking, sigur Johan.

1,1 mill fosturtøkur í Svøríki
Heimlandið hjá Johan er eitt av londunum, har tað verða framdar flest fosturtøkur í mun til fólkatalið. Tilsamans 1,1 millión fosturtøkur eru framdar í Svøríki síðani 1975, tá ið lógin um fría fosturtøku varð sett í gildi í Svøríki. Síðstu árini hava tað verið framdar millum 37 og 38.000 fosturtøkur um árið.
– Í Svøríki siga átta av teimum stóru politisku flokkunum ja til fosturtøku. Og í mun til flestu onnur lond, ið loyva fosturtøku, er loyvt at fremja fosturtøku í Svøríki heilt fram til 18. viku, meðan tað í flestu øðrum londum er fram til 12. viku, sigur Johan.

Nógvar fosturtøkur millum tannáringar
Í Svøríki er eisini talið á tannáringum, ið fremja fosturtøkur, nógvar ferðir hægri enn alla aðrastaðni í Evropa. Heili 7000 tílíkar fosturtøkur eru um árið. Tað vil siga, at bara eitt av hvørjum fimm børnum í Svøríki, har mamman er tannáringur, sleppur at liva.
– Ein av orsøkunum til hetta er sexualundirvísingin, har tannáringar verða eggjaðir at royna seg kynsliga. Fleiri skúlar hava tikið hetta nýggja tilfarið til sín. Við hesum verður sexualiteturin mettur ájavnt við matematikk – og tó uttan at kunna um, hvussu lívið verður til og hvørjir aðrir møguleikar eru enn fosturtøka. Hetta er skammiligt, sigur Johan.
Síðstu árini eru eisini nógvar fosturtøkur framdar í Svøríki, tí kynið ikki hevur verið tað, sum foreldrini hava ynskt.
– Í flestu førum eru tað gentubørnini, ið eru vald frá. Eisini hetta er skammiligt, sigur Johan.
Hetta eru annars tað, ið vit kenna mest til í Kina og í India. Í Kina sakna tey nú vegna fosturtøkur ella barnamorð tilsamans umleið 50 milliónir gentubørn, síðani eitt-barnspolitikkurin varð innførdur í 1979.

Fosturtøka fram til 9. mánað
Johan vísir eisini á støðuna í USA, har vit vita, at fosturtøka altíð er eitt av teimum týðandi málunum í amerikanska forsetavalinum.
– Tað er ymiskt, hvussu tað er frá stati til stat í USA, men í nøkrum statum er fosturtøka loyvd heilt fram til 9. mánað, tað vil siga heilt fram til føðing. Men tað er ikki altíð so lætt hjá fosturtøkulæknunum at fáa lívið av hesum børnunum í móðurlívi, og tí hava teir eisini uppfunnið nýggjar hættir at taka lívið av hesum børnum. Um teir taka barnið út úr kroppinum hjá mammuni, so kunnu teir vera ákærdir fyri morð, so teir gera heldur tað, at teir taka helvtina av barninum út og gera av við tað. Tá er tað fosturtøka, og teir kunnu ikki vera dømdir, sigur Johan.
Hann vísir eisini á, at tað eru nógvir pengar hjá hesum fosturtøkuklinikkum bæði í USA og í Evropa at vinna, og tí er fosturtøka eisini vorðin ein vinna í sjálvum sær.
– Tað er greitt, at tá ið tað eru peningaáhugamál uppí, so er rættiliga ivasamt, um mamman og onnur á hennara síðu fáa allar neyðugar upplýsingar, áðrenn tey velja fosturtøku, sigur Johan.

Eitt menniskja frá gitnaði
– Vit standa á lívsins síðu. Tí kunna vit væl um, hvussu eitt barn verður til, og hvat hendir frá tí, at eitt egg er gitið og síðani, hvussu barnið veksur í móðurlívi. Um vit eru úti á til dømis skúlum ella aðrastaðni, hava vit ofta eitt modell av einum fostri við fyri at vísa børnunum, hvussu fostrið sær út, hvussu skjótt tað veksur, og hvussu skjótt tað hevur allar eginleikarnar, sum eitt menniskja hevur. Hjá okkum er tað týdningarmikið at fáa lýst fakta, at soleiðis verður eitt menniskja til. Tað er ikki fyrst ein kyknuklumpur, og so eftir eitt ávíst tal av vikum verður tað eitt menniskja. Tað er ikki eitt ávíst tal av vikum, sum avger, nær eitt menniskja verður eitt menniskja, sigur Johan.

Nógv arbeiða fyri lívinum
Hóast Johan heldur, at mannavirði er lágt nógvastaðni í Evropa – og serliga í Svøríki – so eru eisini fleiri b
atnandi viðurskifti at hóma, heldur hann.
– Viðurskifti í nógvum londum í Evropa eru broytt til tað betra, og millum annað fosturtøkutølini í fleiri londum eru dalandi. Evroparáðið hevur eisini gjørt samtyktir, sum betri verja rættin hjá tí einstaka, og tað er sera jaligt. Tað eru eisini nógvir felagsskapir kring allan heimin, ið arbeiða fyri lívinum, og tað er jaligt, sigur Johan Lundell.

Fakta
* Johan Lundell er aðalskrivari í svenska felagsskapinum ‘Ja til Livet.’
* Í Svøríki er loyvt at fáa fosturtøku fram til 18. viku.
* Síðani Svøríki fekk fría fosturtøku fyri 36 árum síðani eru 1,1 milliónir fosturtøkur framdar í Svøríki.

Mynd:
– Tá ið vit kunna um, hvussu eitt lív verður til, hava vit ofta eitt model við av einum fostri, sum fólk so kunnu nerta við og síggja allar teir eginleikarnar, ið tað hevur, sigur Johan Lundell, aðalskrivari í felagsskapinum ‘Ja til Livet’ í Svøríki. Johan var í Føroyum næstsíðsta vikuskifti, gestur hjá Føroya Pro Vita.

Sitat:

Ein av orsøkunum til hetta er sexualundirvísingin, har tannáringar verða eggjaðir at royna seg kynsliga. Við hesum verður sexualiteturin mettur ájavnt við matematikk – og uttan at kunna um, hvussu lívið verður til og hvørjir aðrir møguleikar eru enn fosturtøka.

Hjá okkum er tað týdningarmikið at fáa lýst fakta, at soleiðis verður eitt menniskja til. Tað er ikki fyrst ein kyknuklumpur, og so eftir eitt ávíst tal av vikum verður tað eitt menniskja.

***Endurgivið við loyvið frá Trúboðanumð***

Onnur tíðindi