Fosturtøka og harðskapur

Fá tað at henda!

Altjóða kvinnudagur verður hvørt ár hildin 8. mars. Eisini í ár! Tað er dagurin tá vit hátíðarhalda avrik hjá kvinnum og varpa ljós á tann órætt, sum enn verður framdur móti teimum. Við orðunum “Empowering Women – Empowering Humanity: picture it” valdi ST at leggja serligan dent á javnstøðu. Í hesum samanhangi eru fosturtøka vegna kyn, kynsdráp, menniskjahandil, harðskapur og tvingsil, viðurskiftir sum bráðneyðug eru at gera nakað við.

Kynsdráp

Kynsdráp er stillisliga burturbeiningin av kvinnum, ungum sum eldri. Orsøkirnar eru millum aðrar fosturtøka, barnamorð og grov misrøkt. Fyri eldri kvinnur, trot á mati og skýli.

Sambært frágreiðing hjá ST frá 2012 eru 117 milliónir kvinnur og gentur ov fáar í heiminum.

Ultraljóðskanningar, ið vísa kyni á barninum í móðurlívi eru í fleiri londum orsøkin til, at milliónir av gentum verða aborteraðar tí at tær eru óynsktar, ein byrða fyri foreldrini ella annanfloks borgarar. Hetta hevur millum annað havt við sær, at í Kina er stórur skeivleiki í nøgdini av kvinnum og monnum. Í nøkrum pørtum av India er støðan tann sama. Og í fleiri øðrum londum er orsøk til at óttast gongdina hesum viðvíkjandi.

At gentubarnið verður dripið eftir at tað er komið í verðina, ella í øðrum førum at barnið verður órøkt ella misrøkt eru eisini orsøkir til hesa syndarligu støðu.

Eisini í Europa er fosturtøka vegna kyn við at gerast ein álvarsligur trupulleiki. Hetta í so stóran mun, at evropaparlamentið samtykti at gera hetta ólóligt í 2010.

23 februar 2015 fall eitt uppskot í bretska tinginum um at gera broytingar í fosturtøkulógini frá 1967. Endamálið við uppskotinum var at lóggeva ímóti fosturtøku vegna kyn. Tíverri varð uppskotið vrakað. Fosturtøka vegna kyn varð loyvd í Svøríki í 2009.

Menniskjahandil

Eittbarns politikkur og fosturtøka vegna kyn hevur havt við sær, at heilar bygdir í Kina, India og aðrastanis við nú eru í uppisetri av ungum kvinnum. Har búgva nógvir misnøgdir, óðir og einsamallir ungir menn, sum liva uttan mál og mið og uttan kærleika. Sosialt eru avleiðingarnar stórar. Ógiftir menn hava verri heilsu enn giftir. Teir ógiftu koma sær oftari út í hættislig viðurskiftir ella beinleiðis kriminalitet og eru samstundis í størri vanda fyri at gerast limir í brotsmannaliðum og liknandi felagsskapum.

Afturat hesum kemur, at kvinnur fáa størri “virði”. Og tí eisini her verða í størri vanda fyri misbrúki og harðskapi. Søla av kvinnum til hjúnarlag, at tær noyðast at giftast við fleiri monnum, prostitutión, pornografi, kidnapping og menniskjahandil gerst alt meira vanligt.

Menniskjahandil er vaksandi og sera lønandi kriminalitetur. Um 80% av offrunum enda í kynsligum trældómi og tveir triðingar av teimum eru kvinnur.

Tvingsil

Fosturtøkur eru nær knýttar at tvingsli. Gransking á økinum vísur, at ein sera stórur partur av kvinnunum, sum hava fingið fosturtøku greiða frá at tær vórðu noyddar ella skundaðar til fosturtøku av partnara, foreldrum, heilsustarvsfólki, arbeiðsgevara ella vinum.

Tvingsil er serliga ein trupulleiki har eittbarnapolitikkur ella statsfíggjaðar steriliserings ætlanir eru.

Tað er eisini eitt vaksandi trýst á starvsfólk í heilsuverkinum at vera við til at fremja fosturtøkur uttan mun til teirra samvitsku- ella trúarfrælsi. Fosturtøka er eisini meira vanlig har fátækradømi valdar. Hóast at fosturtøka onki ger fyri at bøta um veruligu orsøkirnar til fátækradømi.

Ein nýggj kanning vísur, at fosturtøkur framdar undir tvingsli eisini eru vanligar millum tey offur fyri menniskjahandli, sum gerast við barn. Hetta hevur við sær, at ikki bara verða hesar kvinnur útsettar fyri øll hugsandi sløg av misbrúki og harðskapi, tær verða eisini noyddar at fjerna síni børn í móðurlívi. Fosturtøkan tryggjar at misbrúkarin hevur fastatøkur á kvinnunum, tí hann vil sjálvandi hava tær aftur til arbeiðis skjótast til ber. Fosturtøkurnar økja um vandan fyri, at tær verða útsettar fyri enn meira misbrúk, harðskap og deyða á ungum árum.

Fá tað at henda!

Tá hugsa verur um støðuna, sum nógvar kvinnur eru í, er tað ikki til at skilja, at fjølmiðlar, kvinnurørslan og menniskjarættindafelagsskapir ikki geva hesum verðinsumfatandi misbrúkinum av kvinnum størri ans.

Allur veruligur áhugi í at skapa rættvísi fyri kvinnur eigur at skilja sambandið millum fosturtøku og harðskap og at gera hetta til ein høvuðspart í teirra arbeiði.

Felagsskapir, sum gera átøk at hjálpa kvinnum, eiga at arbeiða fyri at kriminalisera tey sum misbrúka og útnytta kvinnurnar. Sum nokta kvinnum týdningarmikla kunning, brúka harðskap og tvang og sum seta lív og heilsu í váða hjá kvinnum og teirra óføddu (gentu) børnum við ikki at geva teimum tryggar, lívsjáttandi heilsukanningar og umsorgan bæði í viðgongutíðini og eftir føðing.

Átøk skullu eisini leggja seg eftir at lýsa høvuðsorsøkirnar til at kvinnur “velja” fosturtøkur: vantandi kunning, svík, fátækradømi, ótti og skomm. Tey skulla verja altjóða viðurkendu rættindini til lív, persónliga trygd og samvitskufrælsi, líka so væl sum grundleggjandi rættindir sum til dømis útbúgving, reint vatn, heilsuverk og heilsukanningar bæði í viðgongutíðini og eftir føðing sum hava stóra medávirkan á minking í talinum av deyðatíttleika hjá mammum.

 

So fá tað at henda. Ger hendan harðskap móti kvinnum óhugsandi.

 

Føroya Pro Vita
mars 2015

Meira upplýsing:  Fosturtøkulógin í Føroyum

CEDAW og føroyska fosturtøkulógin

Mannarættindir

10 vigtigste ting at vide om kønsselektering

Abortion and Domestic Violence

Portraits of Coerced Abortion

Report: Coerced Abortion

Kvinnuheilsa

Aftaná fosturtøku