RÆTTURIN TIL LÍV

Av øllum rættindum er rætturin til lív hin mest grundleggjandi

Heimsyvirlýsingin um mannarættindi byrjar við hesum orðum:
Tað verður at viðurkenna, at menniskjuni er virðing íborin, og at allir limir mannaættarinnar eiga somu ómissiligu rættindi, og hetta er støðið undir frælsi, rættvísi og friði í heiminum …

Í mannarættindasáttmálanum eru 30 greinar, ið áseta ymisk grundleggjandi menniskjarættindi. Vit skulu her nevna tvær.

Grein 3 ásetur at:
Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd.

Grein 5 ásetur at:
Eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjaliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður.

Fødd ella ófødd. Vit eru øll limir í mannaættini og fevnd av mannarættindasáttmálanum, sum við hvørjari fosturtøku verður brotin.