Les áhugaverdu bókina “Hví verja lív?” á netinum (PDF)

Ert tú fyri fríum vali, les bókina.
Ert fyri lívi, les bókina.
Ert tú ivandi, les bókina.

Hví verja lív? (PDF)

Síðst í juni varð bókin “Hví verja lív?” borin í hvørt hús í Føroyum. Bókin er útgivin við tí fyri eyga, at stimbra sakliga og faktuella umrøðu av fosturtøku evninum.
Bókin er beinrakin og skjót at lesa. Hon gevur íblástur til betri samtalu manna millum, sjálvstøðuga hugsan og endurskoðan av fatanum.

“Hví verja lív?” er skrivað av kenda amerikanska rithøvundanum Randy Alcorn, sum setur orð á stigmatiseraði evni í samband við fosturtøku, kvinnuna, avleiðingar og loysnir. Rithøvundurin megnar hegnisliga og við nærlagni at lýsa og viðgera hesi stóru og eymu evni úr læknafrøðiligum, átrúnaðarligum, vísindaligum og heimspekiligum sjónarhornum.

Hóast bókin er skrivað við støði í øðrum samfelag enn tí føroyska, eru tvístøðurnar tær somu.

Nú er høvi at lesa bókina á netinum her:  Hví verja lív? (PDF)

Onnur tíðindi