Kristnu Demokratarnir nýggja kós í fosturtøkumálum

Hesum boðaði forkvinnan í flokkinum Bodil Kornbeck frá í gjár. Flokkurin hevur valt sær eina bleytari kós á hesum øki, og hetta hóvar ikki nógvum flokslimum, til dømis fyrrverandi formanninum:

-Eg havi meldað meg út, tí eg leingi havi verið vónbrotin av kristnu demokratunum. Hendan seinasta fráboðanin viðvíkjandi einum so týðandi spurningi, gjørdi tað ovboðið. Eg eri ómetaliga vónbrotin av, at tey leggja á annan bógv viðvíkjandi fosturtøku, sigur Jann Sjursen.

Kelda: Útvarp Føroya

Les eisini grein hjá Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi