Konufólkamál og hálvthundrað fosturtøkur

Konufólkamál og hálvthundrað fosturtøkur í Føroyum um árið

Vit hava ikki fría fosturtøku í Føroyum. Tað er skomm, halda summi, og onkrir danir hava hug at leggja trýst á føroyingar fyri hetta umvegis ríkisfelagsskapin. Kortini verða um hálvthundrað fostur fyribeind í Føroyum um árið. – Hetta er á leið sama tal sum barnatalið í einum trimum barnagarðsstovum ella tveimum stórum skúlaflokkum.

Mikudagin er 8. mars, og tað man vera orsøkin til, at sjónvarpið hevur valt at senda dokumentarfilmin »Fosturtøkuskipið«. Um ein felagsskap, sum »hjálpir« konufólkum úr londum, har fosturtøka ikki er loyvd, til at beina fyri fostrinum.

Sambært ST er 8. mars altjóða kvinnudagur, og hesum degi hevur serliga útvarpið í fleiri ár gjørt okkurt burturúr. Fyri fáum árum síðan helt stovnurin dagin við at bjóða nøkrum konufólkum hagar í morgunsendingina at viðgera fosturtøku, og hvørjum vanbýti vit eru fyri í Føroyum við ikki at hava hana fría. (Tað hevur altíð undrað meg, hví ein dagur, sum vælsaktans skal eitast at vera fyri allar kvinnur, skal teingjast saman við tí at gera av við sítt egna avkom. Tí hetta er ikki eitt mál, sum øll konufólk taka undir við, so langt frá tí.)
Tað stendur tær ikki frítt í Føroyum at beina fyri einum fostri, sum tú ikki vilt vita av. Og tó. Summi vilja vera við, at tað er líka við.

Men vit hava lítið tal av fosturtøkum um árið samanborið við flestu onnur lond rundan um okkum. Hálvthundrað um árið. Fyri nøkrum árum síðan blivu út ímóti hundrað fostur fyribeind. Nú eru tey so bara hálvthundrað.
Altso hálvthundrað føroysk børn um árið sleppa ikki at verða sett í verðina.
Far ein túr á føðideildina á Landssjúkrahúsinum og hygg at nýføðingunum. Har verða kanska hálvthundrað børn fødd í einar tríggjar vikur.
Ella vitja ein barnagarð. Hálvthundrað børn eru einar tríggjar stovur av børnum har.

Á skúlunum í Havn hava tveir stórir skúlaflokkar um hálvthundrað børn.
So nógv børn um árið halda vit, føroyingar kunnu vera fyri uttan. Og tá stendur væl til, verður sagt, tá ið talið ikki er hægri enn tað.
Makabert at seta tað upp so, vil onkur siga. Ja, tað er ikki sørt ræðandi, tá tú sært tølini á henda hátt.
Tó hví skulu vit ræða nakran?

Siglandi konubrot
Nei, skulu vit ikki heldur klappa saman hendur, hálsfevnast og fegnast um, at tað hóast alt stendur so »væl« til, at vit kunnu sleppa okkum av við øll hesi hálvthundrað óynsktu børnini, tó at vit ikki hava fría fosturtøku í Føroyum?
Og so kunnu vit seta okkum niður mikudagin (kl. 22.35 sambært sjónvarpsskránni) og gleðast saman um hesi konubrotini í felagsskapinum »Women on Waves«, sum tekur kvinnur úr londum, ið ikki hava loyvt fosturtøku, fær tær út á altjóða sjógv og hjálpir teimum har at beina fyri teimum børnum, tær ganga við.

Konubrotini í Women on Waves við hollendska læknanum Rebeccu Gomperts á odda kunnu jú rættvísgera síni avrik (sum ummælið í bløðunum um sendingina mikudagin byrjar:) »Fimta hvønn minutt doyr ein kvinna av ólógliga framdari fosturtøku« (og barnið?). Ein skeiv gerð, ein sorgarleikur, kann eftir øllum at døma verjast við at byrgja fyri einari aðrari skeivari gerð, einum øðrum sorgarleiki.

Og allur moralur verður grivin niður og jarðaður so djúpt, at vit gloyma, at hann nakrantíð hevur verið til. Latið okkum beina fyri trupulleikanum. Og so lata vit eyguni aftur fyri, hvørjar syrgiligar avleiðingar hesin »fagri nýggi heimur« kann hava fyri kvinnuna, sum tú fríar fyri eitt óynskt barn. At hon kanska ongantíð aftur gerst við barn og kann uppliva hetta lívsins undur, sum tað er at ganga við barninum og eiga tað. Ella at hon restina av síni tíð fer at hava eitt tómrúm í lívinum eftir hesa gerð, sum hon og serfrøðingar buðu kroppi og sinni hennara. Eitt barn, sum ongantíð fekk ein møguleika og slapp at liva.

Stríð fyri sjálvsøgdum rættindum kalla summi hetta. Og skammast um, at vit ikki hava fría fosturtøku í Føroyum. Skammast saman við yrkisfeløgum og enntá onkrum muslimskum innflytara í Danmørk, sum vilja leggja trýst á føroyingar gjøgnum ríkisfelagsskapin. Tey skammast um, at vit ikki hava fría fosturtøku, so at vit bara kunnu beina fyri hálvthundrað komandi føroyingum.

Ábyrgd av egnum lívi
Hetta eru konubrot. Og fosturtøka er konufólkamál. Har skulu menninir ikki blanda seg. »Kvinnan skal ráða yvir sínum egna kroppi« og so framvegis …, sum vit øll umsíðir mugu fata nú, eftir at tað hevur verið meylað í næstan fjøruti ár.

Er fosturtøka bara konufólkamál? Tá ið egg og sáðkyknur møtast, er tað kortini bara konufólkamál? Hvat við pápunum? Fyri ikki um at tala børnunum? Hvar er Amnesty, hvar er Barnabati og Red Barnet?
Summi vilja veruliga vera við, at tað er ein partur av mannarættindum at stríðast fyri rættinum hjá konufólki at sleppa av við óynskt børn. Eru mannarættindini so bara konufólkarættindi? Hvat við barnarættindum ella mannfólkarættindum?

Frí fosturtøka hevur verið ein av høvuðsstrembanunum í stríðnum, sum okkara hálvgomlu javnstøðukvinnur hava strítt fyri at útvega sínum døtrum og ommudøtrum. Men vakra orðingin hjá hesi kvinnurørslu – »at ráða yvir egnum kroppi« – hevur í hesum føri eina nógv ljótari merking: at sleppa lógliga at fella deyðadóm yvir sítt egna fostur.
Vorðið sum arvur at lata ættarliðum eftir seg av ungum gentum og vaksnum kvinnum.

Hvat við at taka ábyrgd av sínum egna lívi? Hava stríðskvinnurnar ikki lært døturnar at virða seg sjálvar so frægt, at tær ikki blaka seg burtur til hvønn sum helst? Ella at taka avleiðingarnar av sínum egnu gerðum?
Ná, nei, nú vóru vit inni á moralisering. Moralurin er niðurgrivin og jarðaður, tann grøvin er innsiglað, og seglið má fyri alt í verðini ikki brótast.

Lítið mansligt
Var fyri nøkrum árum síðan á fundi í politiskum høpi, har ein yngri maður fór til mikrofonina at spyrja um støðuna til fosturtøku. Eitt tilkomið konufólk reyk algoyst upp og bað mannfólk syrgja fyri at halda seg burtur frá hesum málinum, tí tað hevði einki við teir at gera.
Kanska er tað, tí slíkar »grussur« sum henda hava biðið menninar halda fingrarnar burtur, at mannfólk við ábyrgd – lóggevandi sum klerkar –
í dag ikki tora at nerta hetta evnið og siga sína meining. Men ein sera ómanslig støða eftir míni hugsan.

Framtíðin hjá komandi føroyingum kann ikki bara vera konufólkamál, tað sigur seg sjálvt.
Nei, góðu lóggevandi menn, tit hava allan rætt – kanska skyldu eisini? –til at hava eina støðu í hesum máli og at koma fram við henni. Hava tit onga støðu, so vælsignaðir fáið tykkum eina og standið sum menn. Tit eru enntá so væl stillaðir, at politisku flokkarnir loyva tykkum at meina frítt í etiskum málum su
m hesum.
– Jamen neyðtøkuoffur, hví skulu tey ikki hava atgongd til fosturtøku, er tað argumentið, sum ofta gongur aftur, tá onnur tróta.

Kunnu møguligar neyðtøkur rættvísgera hálvthundrað fyribeind fostur um árið í Føroyum?
Gjøgnum árini eru hesir burturkastaðu føroyingarnir, sum ikki sluppu at síggja dagsins ljós, vorðnir nógvir hundrað í tali. Hvørt einasta teirra var originalur, ikki eitt var kopi. Og einki teirra fæst aftur, hvussu stóran barnaflokk mammurnar so hava fingið eftir hetta.

Hetta er ein sannroynd, sum nógvar av hesum mammum munnu hava sannað. Eg harmist, um eg við hesum rívi í sárini, og havi inniliga samkenslu við teimum, sum fingu skeiva ráðgeving og viðgerð og fingu boðið ein útveg, sum er forkastiligur fyri eitt siviliserað samfelag. Ábyrgdin er teirra, sum valdið hava.
Segði nakar, at allir føroyingar skulu kenna seg vælkomnar í Føroyum?

Erla Berghamar Sørensen – email: erla@dimma.fo
Grein í Dimmalætting týsdagin 7. mars 2006.

Greinin er endurgivin við loyvi frá Erlu B. Sørensen.

Onnur tíðindi