Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog?

“Hví ‘fjernar’ tú tað ikki?”
–  “Hetta er nokk tann spurningurin, ið øsir meg mest av øllum. Eg veit ikki, hvar eg skal byrja, og eg veit heldur ikki, hvat eg skal siga til ein slíkan spurning. Hví torir man yvirhøvur at siga slíkt? Um tú ert ein av teimum, ið sigur slíkt við eina, ið júst hevur funnið útav at hon er við barn, so orsaka, men tak teg saman. Prøva at hugsa soleiðis: Tú ert ein ung kvinna, lívið stendur opið fyri tær, og títt sabbat ár er júst við at byrja. Við eitt finnur tú útav, at tú ert við barn, og at tað longu er í januar, at tú skal eiga hetta barnið. Tankarnir flákra, man er bangin, spentur, glaður, nervøsur og tað seinasta, ein hevur brúk fyri at hoyra, er: “Hví fjernar tú tað ikki?”. Man hevur brúk fyri, at fólk siga, at ein klárar tað og IKKI, at man átti at ‘fjerna’ tað. Abort átti ikki at verið tað fyrsta, man hoyrir, tá man fortelur, at man er við barn…”

Les meira her:   Klumma: Eri eg ein pisa, ið ongantíð fer á flog? – “R”, Greinar, 14.12.2017

Onnur tíðindi