Kjak um fosturtøku – Summarmorgun, KVF, august 2017
– Í kjalarvørrinum av, at fosturtøka hevur verið nógv umrødd seinastu tvær vikurnar, og ein nýggj kanning kom út í gjár, høvdu vit kjak um evnið.
Meinar Ortind, Cand.Scient.Med., er fyri fríari fosturtøku, og Elsbet Ellingsgaard Magnussen, ið lesur stjórnmálafrøði og er næstforkvinna í Føroya Pro Vita, er í móti. Tey kjakast um fría fosturtøku, nú ein nýggj kanning, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt, kom út í gjár.Kanningin vísti millum annað, at ein út av fimm halda ikki, at verandi fosturtøkulógin verður hildin. Hon vísti eisini, at fleiri menn enn kvinnur vilja hava fría fosturtøka í Føroyum, og longri útbúgvingin er, fleiri vilja hava fría fosturtøku. 29% vilja hava fría fosturtøku, 7% vilja ikki hava fosturtøkur yvirhøvur, og bara 8% vita ikki.Lurta higar
http://kvf.fo/summarmorgun?sid=71236Meira upplýsing um kjakið finst higar
http://kvf.fo/summarmorgun?sid=71236Meira upplýsing um kjakið finst higar
Skal fosturtøka vera loyvd í Føroyum?
Fosturtøkurnar fækkaðar stútt síðstu tríati árini