Javni 50 ár

Nógv vatn er runnið í ánna, síðani Javni varð stovnað. Frá tí at fólk við avbjóðingum vóru send til Danmarkar á Rødbygaard, eru umstøðurnar tíbetur nógv broyttar. Í síðstu viku hoyrdu vit, Karina Kjølbro greiða frá um tíðina, tá okkara landsfelagar við avbjóðingum vóru tiknir heim úr Danmark. Nógvar harðar lagnur vóru, og eyðsæð var, at tey høvdu ikki havt tað gott, og virðingin fyri teimum hevði verið lítil. At hoyra til var tað, sum ein heilur samfelagsbólkur hevði minni virði.
Sagt verður, at broyting hendur spakuliga, men fyri at vilja eina broyting, so má ein drívmegi vera aftanfyri. Hendan drívmegi er Javni ein stórur partur av. Sjálvandi er eingin stovnur virkin í sær sjálvum, men tað eru fólkini, sum bera arbeiðið og vísa á skeivleikarnar í samfelagnum, sum skapa broytingina.
Javni umboðar ein bólk av fólki, sum í nógvum føri ikki sjálvur er mentur at tosa sína søk. Tað eru avvarandi og onnur umsorganarfull fólk, sum skulu vera talirør fyri tey, ið onga rødd hava.

Vit í Provita gleðast stórliga um tað megnararbeið, sum Javni hevur gjørt og ger fyri fólk, sum ikki altíð megna at siga frá sjálvi. Ofta hava vit, sum fyri lívi felagsskapur, verið kritiserað fyri, at tá vit ynskja at arbeiða fyri, at børn við tarni ikki skulu vera frávald í móðurlívi, so hugsa vit ikki um tíðina eftir føðing og teirra avvarandi. Her er tað okkara gleði, at felagsskapir sum Javni eru til. Tey arbeiða ótroyttandi fyri at tryggja og betra viðurskrifti hjá teimum borgarum í okkara samfelag, sum eru undir teirra felagsskapi.

Vit ynskja Javna hjartaliga til lukku við 50 ára føðingardegnum, og ein hjartans tøkk skal ljóða frá okkum fyri tað arbeiði, tit gera. Blíðan byr framyvir.

Onnur tíðindi