Italskir læknar nokta at gera fosturtøkur

Í 30 ár hevur fosturtøka verið loyvd í Italia. Men hørð mótstøða frá katólsku kirkjuni er viðvirkandi til, at læknar siga frá, um fosturtøka stríðir ímóti teirra sannføring.

Frágreiðingin vísir, at eitt vaksandi tal av læknum taka sær rætt til at nokta at fremja fosturtøku.

Frá 2003 – 2007 vaks talið á gynekologum við moralskum fyriliti frá nærum 60 til knapt 70 prosent. Á oynni Sicilia er talið nærum 85 prosent.

Samstundis fall talið á fosturtøkum í Italia í fjør niður á 127.000.

Kelda: Kristeligt Dagblad

Onnur tíðindi