Ímóti kyns-kanning áðrenn 12. viku

Tað avgerandi er, at tøknin rundanum fostrið skal nýtast skilagott og í rætta perspektivinum.

Kjarnin í málinum er, at tað við hjálp av einari blóðroynd og framkomnari dna-greining ber til at staðfesta kynið á barnunum í 11. viku. Tað letur upp fyri, at barnið kann veljast frá orsakað av kyninum, skivar Politikken.

Yvirlækni og formaðurin í etiska ráðnum, Ole Hartling, meinar, at kanningin skal verða forboðin fyri 13. viku. Samstundis peikar hann á, at kanningin vísir á tørvin fyri fosturtøkráðgeving, sum hann sigur er ov vánalig.

– Nógv vita heilt einfalt ikki, hvussu álvarsamt inntriv ein fosturtøka er, sigur hann.

Kelda: fpn.dk

Politikken

Onnur tíðindi