Viðmerking til myndina: Føroya Pro Vita kann ikki vita hvat valevnini, sum ikki hava svarað (gult á myndini) halda um fosturtöku. Tí ber illa til at koma til niðurstöður um hvat flokkarnir halda, burtursæð frá Miðflokkinum, sum hevur meldað út, at flokkurin er fyri lívi. Í öllum hinum flokkunum eru valevnini frístillað at atkvöða eftir egnari sannföring um hetta málið. Nú tað eru so nógv, sum ikki hava svarað, er rímiligt at ímynda sær, at tey hava ymsar meiningar.
Tað er nógv at taka stöðu til, tá ið tú hugsar um, hvönn tú skalt velja nú tað verður lögtingsval um fáar dagar. Vit eru allarhelst fleiri, ið halda spurningin um fosturtöku spæla ein týdningarmiklan leiklut í, hvönn vit fara at velja. Summi ynskja valevni “fyri lívi” og summi ynskja valevni “fyri vali”.
Fyri at hjálpa teimum veljarunum, ið halda hetta málið vera týdningarmikið og fyri at hjálpa valevninum, sum fegið vil siga sína meining, hevur Føroya Pro Vita sett seg í samband við öll valevnini og spurt: “Hvussu heldur tú ein nýggj fosturtökulóg skuldi sæð út?”
Niðast í hesi greinini, hava vit lagt eina talvu við viðmerkingunum frá öllum valevnunum, sum svaraðu.
Tað vóru fleiri sum týðiliga gjördu greitt beinanvegin, at tey vóru ímóti fríari fosturtöku, sjálvt um tey ikki endiliga vistu akkurát, hvussu ein nýggj fosturtökulóg skuldi síggja út.
Valevnini, sum ynskja at verja lív eru (minst til at skriva til títt valevnið, um tú ikki sært viðkomandi á listanum – kanska tey hava gloymt at svara!):
- Beinir Johannesen, A
- Rógvi Egilstoft, A
- Katrin Kjartansdóttir, A
- Símun Jóannesarson Hansen, A
- Mariann Poulsen Garðalíð, A
- Bárður á Lakjuni, A
- Árni Skaale, A
- Jóhanna Christiansen, A
- Jørgen Niclasen, A
- Mona Breckmann Wescott, A
- Grímur Sundstein, A
- Jacob Vestergaard, A
- Jóhan Eli Poulsen, A
- Lillian Bjarnadóttir Poulsen, A
- Uni Rasmussen, A
- Jákup Petur Eliassen, F
- Sólvit Nolsø, F
- Steffan Klein Poulsen, H
- Rósa Tyril Gaardlykke, H
- Jenis av Rana, H
- Aksel Kambsskarð Berg, H
- Jórun Pólsdóttir, H
- Bill Justinussen, H
- Palma Sámalsdóttir Rasmussen, H
- Jóhanna Niclasen, H
- Jann Johannesen, H
- Terje B. Vestergaard, H
- Rani Andrasson Skaalum, H
- Edva Jacobsen, B
- Helgi Abrahamsen, B
- Frimodt Rasmussen, B
- Magnus Rasmussen, B
- Áron Vest, B
- Jaspur Langgaard, B
- Sámal Hanni Lognberg, B
- Geir á Lofti, D
- Brandur Øssurson Simonsen, D
- Hans Cecil Poulsen, D
- Heri Danielsen, D
Um onkur er, sum ynskir at vera við á hesum listanum fyri lívi og ímóti fríari fosturtöku, leggja vit tykkum gleðiliga afturat, um tit skriva til provita@provita.fo
Gott val!
Navn | Flokkur | Viðmerking |
Beinir Johannesen | Fólkaflokkurin | Eg eri ímóti fríari fosturtøku, so eg haldi ikki, at ein nýggj lóg skal gera fosturtøku fríari. Ein nýggj lóg skal vera greiðari enn hon er í dag. So ein lækni í Vágunum skal hava somu fatan av lógini, sum ein í Suðuroy. Tíverri tykist tað ikki soleiðis í dag. So eina modernisering, ikki liberalisering |
Rógvi Egilstoft | Fólkaflokkurin | Eg dugi ikki akkurát at siga tær, akkurát hvussu lógin skal skrivast, men soleiðis, at vit koma so tætt ongari fosturtøku sum møguligt. Vinarliga |
Katrin Kjartansdóttir | Fólkaflokkurin | Fyrst at siga, so eri eg ímóti fosturtøku! Men eg meini at verandi lóg skal endurhyggjast. Og fáa gjørt tað soleiðis at fólk kunna liva við lógini. Og tað skal ikki vera so at tað er bara ein nem loysn, um tað skuldi komi so langt, at ein kvinna velur tað. Heldur at man kann arbeiða við onkrum øðrum, so kvinnan kann faa vegleiðing um hvat kann gerast, tá man er komin so illa fyri, at tað er loysnin. |
Símun Jóanesarson Hansen | Fólkaflokkurin | Eg eri ikki fyri fríðari fosturtøku, men eri ikki ímóti at dagføra lógina, so tær skipannir, sum vit hava í dag, vera skrivaðar í lógina. Eg sakni meira vegleiðing, og eg fari at arbeiða fyri at tað verður lættari hjá føroyingum at ættleiða føroysk børn |
Mariann Poulsen Garðalíð | Fólkaflokkurin | Eg eri ímóti fríðari fosturtøku. Eg haldi at tað er gott at vit fáa endurskoða lógina, tí at hon er so gomul. Annars havi eg ikki sett meg inn í hvussu fosturtøkulógin sær út í dag og hvørjar broytingarnar skuldu veri. |
Bárður á Lakjuni | Fólkaflokkurin | Verði eg valdur inn á Føroya løgting, fari eg at stríðast fyri tí ófødda! Hugsanin hjá mær er, at vit skulu framala ein hugsanarhátt, eina mentan sum sigur: #FosturtøkaÓhugsandi. Tað krevur ein hugburð har vit sum einstaklingar og samfelag kenna tað sum okkara skyldu at hjálpa og stuðla á allan hugsandi hátt. Har vit sýna miskunn og samkenslu og ábyrgd fyri bæði mammu og barni – og pápa. Familjuni sum heild. Tað eigur at lata seg gera í Føroyum. |
Winnie Kjærbo | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Árni Skaale | Fólkaflokkurin | Eg kann tó fortelja tær, at eg ikki eri fyri fríðari fosturtøku. Hvar greinsan gongur tá talan er um lív móti lívi, og øðrum læknaligum tvístøðum veit eg snøgt sagt ikki. Sum sagt eg havi ikki sett meg nóg væl inn í evnið enn. |
Jóhanna Christiansen | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Jørgen Niclasen | Fólkaflokkurin | Eg eri ímóti fríari fosturtøku. Eri eitt sindur bangin fyri at byrja eina endurskoðan av lógini, tí tá vita vit ikki, hvar vit enda. Haldi at verandi lóg hevur virka væl. |
Fía Selma Nielsen | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Mona Breckmann Wescott | Fólkaflokkurin | Ynskir at verja lív |
Grímur Sundstein | Fólkaflokkurin | Eg eri ímóti fríari fosturtøku. Eg haldi at verandi fosturtøkulóg eigur at verða dagførd, har rætturin hjá barninum til lívið skal verða miðdepil fyri øllum avgerðum, sum viðvíkja fosturtøku. Eg viðurkenni, at tað kunnu verða serligar umstøður har atlit mugu takast til lív og heilsu hjá bæði mammuni og barninum. |
Jacob Vestergaard | Fólkaflokkurin | Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku. Verandi lóggáva er, fyri sovítt, í lagi. Tað kunnu verða støður, har tað er neyðugt at fremja fosturtøku, tí móður og/ella barn eru í lívsvanda. |
Jóhan Eli Poulsen | Fólkaflokkurin | Eg eri ímóti fríari abort. Tá ið tað kemur til læknafakliga at meta um lív og tá ið tað kemur til tey ekstremu tilfeldini sum neyðtøku, insest e.tc meti eg meg ikki hava neyðugu vitanina at svara. Tó so haldi eg at við eiga at seta nógv meir inn á hjálparsíðuni fyri at at fyribyrgja abort. Sum útgangsstøði eri eg altíð fyri lívið. |
Rúna Wenningsted Hansen | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Uni Rasmussen | Fólkaflokkurin | Ímóti fríari fosturtöku |
Dánial Hansen | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Eivind Jacobsen | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Lillian Bjarnadóttir Poulsen | Fólkaflokkurin | Eg haldi at eingin skal kenna seg noyddan at fremja fosturtøku í FO og at tað skal vera lættari at ættleiða. Eg veit ikki heilt hvussu lógin skuldi sæð út, men eg eri sannførd um, at tað altíð finnast betri loysnir enn ein fosturtøka uttan so at lívið hjá mammuni er í vanda |
Frits Strøm | Fólkaflokkurin | Haldi at kvinnan skal bestemma sjálv. Tað kunnu verða umstøður sum gera at hon velur fosturtøku sum ikki er fevnd í verandi lóggávu. Tað sum eg veit um hvar kvinna velur fosturtøku hevur tað altíð ein prís fyri kvinnuna seinni umframt tað kensluloga. Tó hava vit ábyrgd av upplýsing og ráðgeving umframt at stuðla øllum óføddum børnum so ein komandi mamma heldur velur at behalda fostrið |
Malan Rasmussen | Fólkaflokkurin | Einki svar |
Jákup Petur Eliassen | Framsókn | Ynski samfelag við ongum fosturtökum. Eri ímóti fríari fosturtöku. |
Sólvit Nolsø | Framsókn |
Eg eri ikki fyri fríari fosturtøku. Lógin skal tó dagførast á summum økjum. Millum annað er rættartrygdin ikki í lagi, tí tað eru í dag læknar, sum tulka lógina ymiskt.
|
Ruth Vang | Framsókn | Einki svar |
Bjarni K. Petersen | Framsókn | Einki svar |
Annika Samuelsen | Framsókn | Eg eri í konflikt við meg sjálva um hettar evni, og eg fái tískil ikki givið eitt púra greitt svar. Ein endurskoðan av lóggávuni er tó neyðug, og nógvar broytingar skulu gerast. T.d. lækka úr 16 vikum niður í 12 vikur. Eg trúgvi ikki at nakað eitur frí abort, men eg ynski at tær fosturtøkunar ið vera framdar skulu vera virðiligar mótvegis kvinnum ið ynskja fosturtøku |
Árni M. Dam | Framsókn | Einki svar |
Birita Arge | Framsókn | Einki svar |
Christoffur G. Nielsen | Framsókn | Einki svar |
Hanna Jensen | Framsókn | Einki svar |
Hilbert í Grógv | Framsókn | Einki svar |
Jógvan Woxnæs Olsen | Framsókn | Einki svar |
Karlot Hergeirsson | Framsókn | At fosturtøka er loyvd til 12 viku (ella har áleið, hetta er meira ein læknafrøðiligurspurningur akkurát hvar markið skal liggja), og at tað er ein og bara ein persónur sum kann taka avgerðina um fosturtøku, og hesin persónur er kvinnan sum ber fostrið |
Kristian Clementsen | Framsókn | Ja eg haldi at lógin skal endurskoðast. Haldi at tað skal vera meira legalt at fáa fosturtøku. Men tað skal tó ikki vera so miki frítt at man fær klippkort osfr.. // Lógin skal moderniserast og vera linari |
Oda W. Andreasen | Framsókn | Eg haldi hon skal endurskoðast og dagførast. |
Oddvør Dahl | Framsókn | Einki svar |
Rani Hjaltalín Midjord | Framsókn | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Súsanna Olsen | Framsókn | Virðilig og trygg abort til og við 12 viku har kvinnan sjálv tekur avgerðina. Verandi lóg skal endurskoðast, ella nýggj lóg skal gerast sum passar til føroysk viðurskifti. |
Birna Heinesen | Javnaðarflokkurin | Men tað stutta av tí langa: Eg haldi at vit skulu hava fría fosturtøku fram til onkra viku, sum gynækologarnir halda vera best. Eg havi álit á at kvinnan sjálv kann meta um hetta. Sjálvandi skal upplýsing og fyribyrging eisini vera ein partur av tí. |
Kristianna Winther Poulsen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Aksel V. Johannesen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Bjørg Dam | Javnaðarflokkurin | Eg havi ikki tikið greiða støðu til abortmálið, uttan at lógin kann ikki verða heilt restruktiv – Altso, ongantíð fosturtøku!! – Fyribyrging og upplýsing eru góð amboð. – Eisini vita vit, at gentur við óviðgjørdum ADHD verða oftari ungar mammur, so við tí arbeiðinum eg geri á tí økinum, hugsi eg viðhvørt, at tað er eisini við at fyribyrgja óynkstum graviditetum! So tað eru nógvir knøttar, mann kann skrúva uppá! Men málið er so sera komplekst, at tað ber ikki til at siga, at eg eri 100% fyri ella 100% ímóti! – Tí um ein 13 ára gomul genta varð útsett fyri insest og bleiv við barni, hvat er so at gera! – Ella sum í Grønlandi at ein fjølbrekað er blivin neyðtikin á einum heimi og er við barni – um tað stóð um lív hjá henni, skal man lata barnið liva ella mammuna?? Tíbetri er lógarsmíð ein long demokratisk prosess, soleiðis at málið verður lýst væl úr øllum vinklum! – Tá fái eg betri grundarlag at taka eina greiða støðu. |
Herborg Torkilsdóttir | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Bergur Robert Dam Jensen | Javnaðarflokkurin | Verðandi lóggáva endurspeglar ikki gerðandis verðuleikan og eigur at dagførast ongantíð ov skjótt. Eg fari ikki í smálutirnar her. |
Birita Baldvinsdóttir Iversen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Birita Matras Petersen | Javnaðarflokkurin | Onga viðmerking |
Bjarni Arge | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Bjarni Hammer | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Djóni Nolsøe Joensen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Eyðgunn Samuelsen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Hans Jacob Thomsen | Javnaðarflokkurin | Eg haldi, at lógin treingir til dagføringar, men talan er um eitt alt ov torgreitt og svárt evni til, at eg kann koma við nakrari greiðari skrivligari støðu. |
Harriet Jørginsdóttir | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Heðin Mortensen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Helga Bára Mohr Vang | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Henrik Old | Javnaðarflokkurin | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Ingilín D. Strøm | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Jógvan Kallsgarð | Javnaðarflokkurin | Eg haldi at lógin eigur at dagførast. Tađ eigur at verđa kvinnan, iđ ræđur yvir egnum kroppi. Um júst 12 vikur markiđ er tađ rætta er ilt at siga. Hetta er nakađ vit eiga at viđgera. |
Jóhannis Joensen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Kim Durhuus | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Laura Apol | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Magna Eliana Mørkøre | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Malan á Dunga | Javnaðarflokkurin | Talan er um sárt og svárt evni, sum er torført at svara greitt í einum skrivligum svari her undir valstríðnum. Spurningurin um abort er upp til hin einstaka í Javnaðarflokkinum. So eg fari ikki at svara í smálutum her, hvat eg meini um atgongd til abort. Verandi lóggáva endurspeglar ikki dagsins veruleika og eigur tí at vera dagførd. Eg ynski yvirskipað, at kvinnur skulu hava rætt til eina trygga abort og hava loyvi at ráða yvir egnum kroppi og kunnu avgera upp til viku 12 um tær ynskja at fáa framt eina abort. Tað hava tær ikki í løtuni. |
Margit Stóra | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Marnar Fríðheim Kristiansen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Milia Egilsnes Anda | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Ólavur Larsen | Javnaðarflokkurin | Kvinnur skulu hava rætt til trygga abort. Tað hava tær ikki í løtuni. Verandi lóggáva endurspeglar ikki dagsins veruleika og eigur tí at vera dagførd. |
Óli Jákup Jacobsen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Paul Kjartan Matras | Javnaðarflokkurin | Abortlógin er 67 ár. Hetta merkir at hon er eigur at vera farin á pensjón. Føroyskar kvinnur hava uppiborið at núverandi lógin í minsta lagið skal endurskoðast. Mín meining er, at nýggja lógin hevur sum kjarnu, at kvinnan eigur at sleppa at velja sjálv, um hon vil gjøgnumføra graviditeten ella ikki. Tíðin er komin til at kvinnan verður mamma tá hon ynskir tað og ikki tí lógin/samfelagið sigur tað. |
Sára Gullfoss | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Sigrið Sámalsdóttir Hentze | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Súni Selfoss | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Súsanna Bertholdsen | Javnaðarflokkurin | Lógin eigur at dagførast og nútímansgerast. Eg fari ikki í smálutir her. |
Terji Beder | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Uni Holm Johannesen | Javnaðarflokkurin | Einki svar |
Steffan Klein Poulsen | Miðflokkurin | Ideali hevði verið, um fosturtøka ikki var eitt neyðugt kjak, tí sjálvandi skal verjuleysa barnið fáa rættin til lívið. Tað næstbesta hevði verið, at fosturtøka bleiv bannað við lóg og harvið ongar fosturtøkur blivu framdar. Praktiski veruleikin er tó ikki so einfaldur. Tí koma nøkur boð her, um hvussu vit verja lív út frá politiska og samfelagsliga veruleikanum: – Markið á 16 vikur skal lækkast – Mamman og pápin skulu upplýsast væl og virðiliga um barnið og fosturtøku – Krav um at foreldrini síggja ultraljóð av ófødda barninum – Krav um umhugsunartíð – Betri møguleikar fyri ættleiðing av børnum í Føroyum |
Rósa Tyril Gaardlykke | Miðflokkurin | Um eg sjálv slapp at ráða, hevði fosturtöka ikki verið ein möguleiki og rætturin til lív hevði ístaðin verið tryggjaður öllum. Eg dugi tó at síggja at hetta nokk ikki er realistiskt, og ynski tí eisini at viðmerkja, at um vit fara undir at gera eina nýggja fosturtökulóg haldi eg tað vera týdningarmikið at vit ikki hava fría fosturtöku, men at fosturtöka einans kann umhugsast í neyðstöðum tá ein mamma als ikki metir seg föra fyri at bera eitt barn. Somuleiðis haldi eg tað vera týdningarmikið at vit ikki, sum í okkara grannalondum, byrja at sortera börn frá sum hava ávís frábrigdi. |
Jenis av Rana | Miðflokkurin | Stutta útgávan- (longri krevur meir tíð, og at vit sita saman og tosað um tað): hon, nýggja lógin, skal hava sum greitt mál at verja ófødda barnið. Og fyri at náða tí málinum mugu mál fyri sosialum átøkum ásetast, so at tað ongantíð verða funnar sosialar orsøkir, sum kunnu misnýtast til at drepa barnið. Tvs. at allar hugsandi vánaligar sosialar orsøkir, sum kunnu hugsast at verða brúktar sum grundgeving, mugu navngevast og nágreiniligar loysnir ásetast fyri hvussu samfelagið pr. automatik loysir hesar fyri trongstaddu mammuna/ foreldrini- og barnið. |
Aksel Kambsskarð Berg | Miðflokkurin | Eg haldi, at øll menniskju eru virðismikil og hava rætt til at liva. Tað skal endurspeglast í lógini, og tí má Løgtingið sum lóggevandi vald tora at taka tað avgerð, at fosturtøka skal ikki vera loyvd í Føroyum, uttanso at lívið hjá mammuni er í vanda. |
Jórun Pólsdóttir | Miðflokkurin | Rætturin til lív er fremsti og mest grundleggjandi mannarættur sum er. Hesin rættur skal lógartryggjast øllum føroyingum.
Fosturtøkulógin, sum er frá 1956, loyvir í dag fosturtøku fram til og við viku 16 í viðgongutíðini. Í lógini eru ymiskar umstøður nevndar, sum grundgeving fyri at loyva fosturtøku. Nøkur dømi eru, um barnið í móðurlívi hevur epilepsi, sum í dag er ein sjúka har viðgerðarmøguleikarnir eru góðir, ella um barnið hevur sálarsjúku ella ólekiliga likamliga sjúku. Eisini kann vegna sjúku, veikleika og avbjóðingar hjá mammuni, sambært lógini, grundgevast fyri fosturtøku, og hesi viðurskifti eru óneyvt orðað og opin fyri tulking. Mannalívið er ikki okkara at taka. Aldur, stødd, kyn, heilsa og evni avgera ikki okkara virði, ella hvørt vit hava rætt at liva, og hesi geva heldur ikki menniskjum myndugleika at velja mannalív til og frá. |
Bill Justinussen | Miðflokkurin | Eg vænti ikki, at tað verður nakar meiriluti á Løgtingi fyri at herða forsturtøkulógina. Men um eg ráddi einsamallur, hevði eg broytt lógina soleiðis, at fosturtøka bert er loyvd, tá lívið hjá mammuni stendur móti barnsins lívi. Annars eru tað aðrar lógir, sum skulu betrast, so fosturtøka ikki gerst eitt neyðugt val. Fíggjarligar umstøður, bústaðarumstøður, lestrarviðurskifti osfr eru alt økir, har vit eiga at tillaga lóggávuna, so ein mamma og ein pápi ikki síggja fosturtøku sum einasta útveg. |
Rani Andrasson Skaalum | Miðflokkurin | Eg eri fyri lívið! Tað er onki einfalt svar uppá, hvussu lógin skal broytast, men tørvur er ymsum tillagingum. Í einum slíkum arbeiði er tað tó umráðandi at rætturin til lív hjá barninum verður vardur. Harnæst skulu tillagingar gerast á økinum, so at ein kvinna ongantíð kennir seg noydda til forstutøku orsaka av kringumstøðum. Vit eiga at tryggja barnið og mammuna við at veit allan neyðugan stuðul, so at fosturtøka als ikki verður ein viðkomandi møguleiki. |
Frank Jacobsen | Miðflokkurin | Einki svar |
Palma Sámalsdóttir Rasmussen | Miðflokkurin | eg eri og fari altíð at vera við til at verja tað ófødda barniđ. Eg rokni faktisk eisini við at tað eru nógvar kvinnur, sum ganga við eini svárari pínu í hjartanum, grunda eina fosturtøku sum tær hava fingið gjørt, tær hava heilt sikkurt brúk fyri at vit eisini byrja at hugsa um at verja tær ímóti hesum ágangi við fosturtøku, tá meini eg við at um fosturtøka er loyvd í okkara landi, so fara tað at vera nógvar kvinnur, sum kanska fara at føla seg pressađan (av øđrum)til at fáa fosturtøku. Eg veit ikki heilt vist, hvussu tað skal gerast, men eitt er vist, tað má ein nýhygsan inn í hetta mál. Eg veit ikki um hetta var nøktandi svar, eg má hugsa eitt sindur meira yvir tað. Vildi so ynskt vit komu til nul fosturtøkur |
Jóhanna Niclasen | Miðflokkurin | Ein nýggj fosturtøkulóg skal eftir mínum tykki verja lív; ikki taka lív. Eingin millumvegur er. Ein slík lóg hevði ikki bara vart barnið, men eisini mammuna, sum annars kundi havt eina særda samvitsku og sorg at liva við. Eg eri vís í, at í allarflestu førum, tá ein kvinna gerst óvæntað við barn, broytist møgulig stúran ella ótti í byrjanini so líðandi og vendist til ein kærleika, sum fær spírað og vaksið. Tíbetur síggja vit góðar, sunnar og kærleiksfullar relatiónir millum móður og barn, eisini tá talan er um óvæntaðar barnsburðir. Samstundis við nýggjari fosturtøkulóg eiga vit eisini at lógarfesta komandi foreldrum neyðuga hjálp og veitingar í viðgongutíðini. |
Jann Johannesen | Miðflokkurin | Rætturin til lívið er sjálvsagdur, frá gitnaði til ein letur eyguni aftur, av elli ella av øðrum orsøkum. Rætturin skal tryggjast við lóg, undantak skal gerast tá lívið hjá mammuni er í vanda. |
Terje B. Vestergaard | Miðflokkurin | JA TIL LÍVIÐ, eisini hjá fostrinum í móðurlívið. Fosturtøka er ikki ein møguleiki í mínum hugaheimi, uttan so at tað stendur um lív, hjá mammuni. Tí eigur rætturin til lív, at vera staðfestur og undirstrikaður við lóg, rætturin hjá ófødda barninum til lív. Eg eri eisini fyri, at kvinnan sum gerst við barn, skal tryggjast alla neyðuga hjálp, vegleiðing og umsorgan, og øll neyðug amboð og tilboð til tess at megna tad stødu hon til eina og hvørja tíd stendur í. Hetta skal eisini ásetast og staðfestast vid lóg, at tað er ein skylda hjá tí almenna at átaka sær. Miðflokkurin vísir eisini í valskránni, á fleiri ítøkilig átøk, sum bøta um barsilskorini hjá foreldrum. |
Bjørg av Rana | Miðflokkurin | Einki svar |
Ólavur í Geil | Miðflokkurin | Einki svar |
Bárður á Steig Nielsen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Ingi Mittún | Sambandsflokkurin | Eg haldi at verandi lóg eigur at verða dagførd, við útgangstøði í donsku lógini. |
Pole J. Hansen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Rasmus Son Mørkøre | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Fríðgerð Heinesen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Kaj Leo Holm Johannesen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Michael Koba | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Haraldur Símunarson Hammer | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Helgi Abrahamsen | Sambandsflokkurin | Tað óhepna við verandi lóg er, at hon setir ikki allar borgarar líka. Tað eru læknarnir sum meta um hvørt fosturtøka skal fremjast ella ikki, og tað kann vera ymiskt frá lækna til lækna, hvussu tann metingin verður gjørd. Tað haldi eg vera óheppið. Annars gangi eg ikki inn fyri at liberalisera lógina. Rætturin til lívið skal verjast. |
Harriet Høgnesen | Sambandsflokkurin | Mín persónliga meining er, at kvinnan skal hava rættin at taka avgerðina sjálv og hennara framtíð skal ikki vera tengd at tí læknanum, hon hevur fingið tillutað. |
Johan Dahl | Sambandsflokkurin | Eg haldi verandi lóg skal dagførast við útgangstøði i dagførdu donsku lógini |
Erhard Joensen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Frimodt Rasmussen | Sambandsflokkurin | eg haldi at tað ger einki um man hyggur eftir einari “gamlari” lóg. – Eg gangi ikki inn fyri fríðari fosturtøku. |
Bergun Kass | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Guðrun Ejdesgaard | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Edva Jacobsen | Sambandsflokkurin | Hettar er ein sera breiður spurningur og hartil týdningarmikil. Hann er sera stórur og kann ikki koma við einum svari um hvussu en nýggj foturtøkulóg skuldi sað út, tí sera nógv má viðgerast sera djúpt, tí nógv er at taka støðu til í einum í slíkum máli. Havi nakrar púra klokkuklárar greiðar meiningar: 1) Nei til fría fosturtøku, 2) Eg vil til eina og hvørja tíð verja rættin til lívið hjá ófødda barninum. |
Magnus Rasmussen | Sambandsflokkurin | Eg havi ikki í dag eitt svar, hvussu ein nýggj fosturtøkulóg skal síggja út, tí áðrenn eg fái svarað tí spurninginum, so má hetta viðgerast væl og virðiliga, tí har eru nógvir spurningar at taka støðu til. Tá tað er sagt, so havi eg tvær greiðar yvirskipaðar meiningar og tær eru: • Nei til fría fosturtøku • Eg vil verja rættin til lívið hjá ófødda barninum |
Áron Vest | Sambandsflokkurin | Eg eri fyri rættinum til lívið – lívið er givið av Skaparans hond og skal viðfarast hareftir. Men vit mugu ásanna, at vit kunnu ikki forbjóða allari fosturtøku. Tað eru summar støður, ið tíverri krevja, at tað stendur lív móti lívi. Eg dugi ikki at skriva eitt heilt lógaruppskot via messenger, men eg eri ikki fyri fríari fosturtøku. Fosturtøka skal ikki kunna nýtast sum preventión/fyribyrging. |
Jónleyg J. Bech | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Anita Heinesen | Sambandsflokkurin | Mín meining er, at lógin skal dagførast fyrst og fremst. Vit skulu ansa eftir, at abort ikki verður nýtt sum fyribyrging, men eg haldi, at vit eiga at koma hartil í fø, at vit kunnu ikki halda kvinnuna sum gísla í hennara egna kroppi. |
Martin Drangberg | Sambandsflokkurin | Tá tað er sagt, má eg viðurkenna, at hetta vísur seg, at vera,gjørdur til ein trupulleika, í ikki eigur at vera ein trupulleiki, vit mugu minnast at vit ikki framkalla teir so kalla trupulleikar. Og eg haldi sjálvur at man ikki skuldi gjørt eina lóg her. Tá eitt par fara saman, so er møguleikin at tey blíva uppá vegin, og eg haldi at her er tað tey í skulu taka avgerðina, tað kunnu vera so nógv ting hjá hesum parinum. Men vit hava eisin hesi so kalla eingengs, og her haldi eg eisini at, hesi baði skulu taka avgerðina saman. Tó er tað í sísta enda avgerðin hjá kvinnuni. Men tá man er giftur ella í parlagið. Skal tað helst vera baði í taka avgerðina. Men so er tað, her í maður gerð seg inná kvinnu. Neyðtøka, haldi eg at tað er upp til kvinnuna sjálvandi hvat hon gerð. So vítt hvussu ein lóg skal gerðast her, er rattuliga farligt at gerða haldi eg. Og tí fari eg nokk at halda meg fyrst og fremst, til at tað eru foreldruni til barni í skullu taka støguna. Og ikki ein lóg |
Aimi Helbo | Sambandsflokkurin | Eg havi faktisk ikki sett meg nóg væl inn í lógina, og havi tí ikki eina heilt greiða hugsan. Míni hjartamál eru barnaøkið og eldraøkið. Eg vil tó siga, at eg haldi, at tað sum minimum skal vera undir tryggum umstøðum. |
Rósa Samuelsen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Jensia Højgaard Kjærbæk | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Jaspur Langgaard | Sambandsflokkurin | Verandi lóggáva loyvir fosturtøku fram til 16 vikur, her hevði eg ynskt at hon bleiv skerd niður i 12 vikur
Eg eri fyri at verja lív, og ynski tí bert at fosturtøks skal vera loyvd tá : 1) lívi hjá mammuni er í vanda Sum útgangsstøði bert tá. Samstundis má lóggávan betrast fíggjarliga fyri tey sum hava tað vanskuligt – tí tey eru vorðin vid barn |
Hanna Ovadóttir | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Sámal Hanni Lognberg | Sambandsflokkurin | Eg veit ikki, um eg havi eitt so kvalifisera svar, men stendur tað til mín, so skulu mamman og pápin at hesum barni hava bestu kor. Lívið er heilagt og tað er ikki til okkum at taka. So eg eri sjálvandi ímóti fríðari fosturtøku. |
Eyðdis Hartmann Niclasen | Sambandsflokkurin | Einki svar |
Sámal Petur í Grund | Sjálvstýri | Einki svar |
Rúna Sivertsen | Sjálvstýri | Einki svar |
Geir á Lofti | Sjálvstýri | Hetta er ikki ein ja og nei spurningur. Støðan hevur alt at siga. Men eitt kann svara uppá, og tað er at um tað ikki verður loyvið at fáa fosturtøku, og í t.d hesum føri er tí mamman er ov ung ella hevur eitt hvørt avbjóðandi at stríðast við, so má landi við lóg, bera mammuna og barnið, til barnið hevur rokkið ein vissan aldur. Tað ber ikki til bara at skrúva eina lóg saman og sleppa øllum uppá fjall. Og tær ávísu umstøðurnar mugu vera til staðan um loyvið verður til tess, nú tosi eg um extremar støður skulu vera til staðar. |
Heri Danielsen | Sjálvstýri | Men eg vil gjarna fráboða, at eg sum valevnið fyri Sjálvstýri, eri ímóti fríari fosturtøku |
Hjalmar Zachariassen | Sjálvstýri | Einki svar |
Súni á Dalbø | Sjálvstýri | Fosturtøkulógin eigur at byggja á, at øll informatión, og stuðul, skal vera latin kvinnuni í hesi truplu støðu. Fosturtøka eigur ikki at verða brúkt sum preventión. Hinvegin, eigur fosturtøka at vera møgulig t.d. eftir eina valdstøku av kvinnuni. Sjálva orðingina av lóguni mugu fólk við størri innliti í hasi viðurskiftini standa fyri. |
Jóhanna Grúkaskarð | Sjálvstýri | Einki svar |
Kristin Michelsen | Sjálvstýri | Einki svar |
Zakarias Wang | Sjálvstýri | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Sofus Hansen | Sjálvstýri | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Hervør Lützen | Sjálvstýri | Einki svar |
Brandur Øssurson Simonsen | Sjálvstýri | Gjǿrt eina fosturlívs lóg í staðin til at verja lívið. Ein lóg til at taka lív er skeiv. |
Dan Askham | Sjálvstýri | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Rúni Durhuus Fossádal | Sjálvstýri | Einki svar |
Hans Cecil Poulsen | Sjálvstýri | innast inni hevði eg ynskt ongin fosturtøka var, men eri ikki heilt fýrakantaður, eg haldi at fosturtøku lógin kundi verið dagførd, tildømis um læknaliga meting viðmælir, ikki fríða fosturtøku |
Claus Martin í Grund | Sjálvstýri | Einki svar |
Andrias Jacobsen | Sjálvstýri | Einki svar |
Rógvi Fossadal | Sjálvstýri | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Høgni Hoydal | Tjóðveldi | Einki svar |
Hervør Pálsdóttir | Tjóðveldi | Eg haldi, at vit eiga at loyva fríari abort til 12. viku. |
Bjørt Samuelsen | Tjóðveldi | Einki svar |
Annita á Fríðriksmørk | Tjóðveldi | Einki svar |
Annika Olsen | Tjóðveldi | Einki svar |
Jensina Olsen | Tjóðveldi | Einki svar |
Liljan Weihe | Tjóðveldi | Einki svar |
Trina Eysturoy | Tjóðveldi | Mín meining í samband við fosturtøku lóggavuna, er at fosturtøka er privat. Eg meini at fosturtøka, sum frítt væl fyri kvinnuna, eigur at vera loyvd upp til 12. viku. Kvinnan eigur endaligu avgerðina hesum v.v. Somuleiðis meini eg, at fyrsta skanning eigur at vera bjóða áðrenn 12.vika er av. |
Erling Eidisgaard | Tjóðveldi | Einki svar |
Jón Kragesteen | Tjóðveldi | mítt grundsjónarmið er, at ein fosturtøkulóg skal tryggja kvinnuni at fáa framt fosturtøku, um tað er tað hon ynskir. |
Ronnie Thomassen | Tjóðveldi | Einki svar |
Magni Arge | Tjóðveldi | Einki svar |
Jóhan Christiansen | Tjóðveldi | Eg havi hugsa sera nógv um hetta, og hetta er eitt sera torført mál. Eg veit ikki heilt hvussu nýggja lógin um fosturtøku skal síggja út. Men tá vit hoyra læknar greiða frá, at lógin ikki virkar nóg væl, so haldi eg at politiska skipanin má og skal megna at dagføra hana. Mítt útgangsstøði til eina dagføring er, at eg haldi tað skulu fremjast so fáar fosturtøkur í Føroyum, sum møguligt. Fyri meg er lív dýrabart. Men um tað av einari ella aðari orsøk gerst neyðugt, so skal tað vera innan 12 vikur. Og júst hvat og hví ein fosturtøka kann vera neyðug, dugi eg illa at siga konkret. Men her haldi eg at læknavísindin og etiska ráðið eiga at koma við sínum, áðrenn vit vanligu fólk hava alt ov sterkar meiningar um tað. Eisini eigur pápin at vera nógv meira inndrigin í hendan spurningin. Sá onkur hagtøl, har bara 1 útav 10 pápum eru við til fyrstu samtaluna um fosturtøku. Tá haldi eg teir sleppa ov lætt undan ábyrgd. Men sum tú sært, so er hetta eitt sindur órudduligt frá mær. Men hetta er ein sera stórur og eymur spurningur fyri sera mong fólk, og neyvan finst nakar einsamallur sannleiki, sum passar til øll. |
Anfinn í Toft | Tjóðveldi | Einki svar |
Ásla Leila Birgisdóttir Johansen | Tjóðveldi | Eg haldi, at fosturtøkulógin í Føroyum skuldi sæð út, sum fosturtøkulógin í Danmark, sum gevur kvinnuni møguleika at avgerða sjálv innanfyri 12. Viðgonguviku. Eg haldi, at lóggávan í Danmark svarar flestu øllum spurningum, ið koma upp at venda, nú hetta fyllur aftur í almenna rúminum í Føroyum. |
Christian Guttorm Mathisen | Tjóðveldi | Einki svar |
Dennis Holm | Tjóðveldi | Einki svar |
Eirikur í Jákupsstovu | Tjóðveldi | Fingu ikki fatur á viðkomandi |
Fróði Bjarkason Skúvadal | Tjóðveldi | Einki svar |
Gudny Vang | Tjóðveldi | Einki svar |
Høgni í Stórustovu | Tjóðveldi | Týdningarmikið mál sum tíbetur er komið á bæði politisku og samfelagsligu skránna í 2022. Tað er sera týdningarmikið at kjakið um eina nýggja lóg verður tikið í Föroyum og millum föroyingar, tí tað er fortreytin fyri einum haldgóðum lógarsmíði. Eg haldi annars at tað sum maður er torfört at seta meg inn í hvussu stórur og torförur spurningurin er fyri eina kvinnu. Men grundleggjandi haldi eg tað er upp til einstöku kvinnuna at taka stöðu til. Men samfelagið má stuðla og seta góðar sosialar karmar rundan um avgerðina og umstöðurnar hjá kvinnum sum av ein hvörji orsök eru í tvístöðu. |
Ingolf Sólheim Olsen | Tjóðveldi | Einki svar |
Jens Ivan í Gerðinum | Tjóðveldi | Einki svar |
Kristian Oskar Jónsson Henriksen | Tjóðveldi | Einki svar |
Óluva Elin Klettskarð | Tjóðveldi | Einki svar |
Páll á Reynatúgvu | Tjóðveldi | Einki svar |
Pól Jóhannus Toftegaard Larsen | Tjóðveldi | Vit vita at kvinnur fáa abort um tað er lógligt ella ikki, so ein lóg ið bannar abort minkar ikki um abortir. Heldur eggjar lógin kvinnur til at finna sær arðar loysnir, t.d fara nógvar kvinnur til Danmarkar at fáa framda abort, ið kostar áleið 10.000kr, hetta økjur um sosiala ójavnan og ger at fíggjaliga sperdar kvinnur ikki hava somu møguleikar. Eisini eggjar lógin at kvinnur finna sær vandamiklar mannagongdir um tær ikki fáa abort umvegis heilsuverkið. Tí gangi eg inn fyri at allar kvinnur og fólk sum kunnu gerast uppá vegin hava atgongd til eina trygga abort, upp til 12 vikur, umvegis heilsuverkið. |
Rógvi Nybo | Tjóðveldi | Einki svar |
Sigrid Jensdóttir Dalsgaard | Tjóðveldi | Einki svar |
Sirið Stenberg | Tjóðveldi | Einki svar |