Aftur
Google fagnar tryggari føðing
Í hesum døgum, meðan fleiri vilja tosa um sokallaða “trygga fosturtøku”, fagnar Google pólsku ljósmóðrini Justine Siegemund (1636-1705), sum bleiv kend fyri sín framúr dugnaskap at hjálpa kvinnum ígjøgnum trupla føðing. Aftaná eina lærutíð byrjaði hon sína yrkisleið við at veita fátækum barnakonum ókeypis føðingarhjálp, men bleiv seinni sett til eitt nú at taka ímóti børnunum í kongaligu familjuni í Berlin. Sum tann fyrsta í Týsklandi skrivaði hon eina vísindaliga bók um føðing og føðingarhjálp úr einum kvinniligum sjónarhorni. Tann 28. mars í 1690 bleiv hendan bók hennara “The Court Midwife” góðkend sum ein almenn medicinsk lærubók. Hetta bleiv slóðbrótandi fyri yrkið sum ljósmóður og var við til at betra munandi um tryggleikan og heilsuna hjá bæði mammum og pinkubørnum.
Google takkar henni við hesum orðum:
Thank you Justine Siegemund for setting the foundation for modern childbirth education! Your legacy still inspires physicians to take a page out of your book – to make labor and delivery safer for all.
Og eg takki Google við hesum orðum:
Takk Google fyri at varpa ljós á barnið í móðurlívi, á trygga føðing, á ljósmøður og teirra týdningarmikla arbeiði, á barnakonur og mammur, og ikki minst á vitan, vísund og útbúgving innan, hvussu børn verða móttikin á besta hátt inn í hendan heim.
Filmsbrot: https://www.youtube.com/watch?v=cPF-A2y3DIU&ab_channel=DoodleCatalog
Rebekka Fuglø Poulsen,
Føroya Pro Vita
Fólk í túsundatali stóðu saman fyri lívi á Vaglinum
Vaglið var fult av fólki, so langt, sum eygað sá, tók onkur til. Tiltakið “Standa saman fyri lívi”, ið var sunnudag…
18. apríl 2024
“Vit standa saman fyri lívi” tiltak sunnudagin 14. apríl á Vaglinum
Við familjuhugna, røðum og sangi hátíðarhalda vit lív saman og standa fyri tey óføddu børnini í Føroyum. Tú kanst v…
01. apríl 2024
Tað kundi verið eg, tað kundi verið tú
Altjóða dagur teirra Óføddu Í dag er altjóða dagur teirra Óføddu. Fyri nøkrum fáum døgum síðani, hevur Løgtingið ha…