Aftur

Google fagnar tryggari føðing
Í hesum døgum, meðan fleiri vilja tosa um sokallaða “trygga fosturtøku”, fagnar Google pólsku ljósmóðrini Justine Siegemund (1636-1705), sum bleiv kend fyri sín framúr dugnaskap at hjálpa kvinnum ígjøgnum trupla føðing. Aftaná eina lærutíð byrjaði hon sína yrkisleið við at veita fátækum barnakonum ókeypis føðingarhjálp, men bleiv seinni sett til eitt nú at taka ímóti børnunum í kongaligu familjuni í Berlin. Sum tann fyrsta í Týsklandi skrivaði hon eina vísindaliga bók um føðing og føðingarhjálp úr einum kvinniligum sjónarhorni. Tann 28. mars í 1690 bleiv hendan bók hennara “The Court Midwife” góðkend sum ein almenn medicinsk lærubók. Hetta bleiv slóðbrótandi fyri yrkið sum ljósmóður og var við til at betra munandi um tryggleikan og heilsuna hjá bæði mammum og pinkubørnum.
Google takkar henni við hesum orðum:
Thank you Justine Siegemund for setting the foundation for modern childbirth education! Your legacy still inspires physicians to take a page out of your book – to make labor and delivery safer for all.
Og eg takki Google við hesum orðum:
Takk Google fyri at varpa ljós á barnið í móðurlívi, á trygga føðing, á ljósmøður og teirra týdningarmikla arbeiði, á barnakonur og mammur, og ikki minst á vitan, vísund og útbúgving innan, hvussu børn verða móttikin á besta hátt inn í hendan heim.
Filmsbrot: https://www.youtube.com/watch?v=cPF-A2y3DIU&ab_channel=DoodleCatalog
Rebekka Fuglø Poulsen,
Føroya Pro Vita

Altjóða dagur fyri ófødda barninum
25. mars í 2025 Í dag, tann 25. mars í ár savnast nógvir einstaklingar og felagsskapir, kring heimin, fyri at hátíð…
25. mars 2025

Nýggj nevnd og forkvinna í Føroya Pro Vita
Føroya Pro Vita hevði aðalfund í Skansahúsinum í Havn í gjár, hóskvøldið 27. februar 2025. Tríggir nevndarlimir og …
28. februar 2025

Aðalfundur 2025
Árligi aðalfundurin hjá Føroya Pro Vita verður 27. februar kl.19.00 í Skansahúsinum, J.H. Schrøtersgøta 11 í Tórsha…