Hjálp til barnakonur gevur røsk børn

Nordsjællands Hospital hevur bygt upp eitt samarbeiði við kommunurnar, heilsusystrar, læknar, rúsevnisstovnar og sálarsjúkudeildirnar. Hetta er gjørt fyri at kunna hjálpa barnakonum, har evnini fyri umsorgan fyri barninum eru skerd. Málið er at byggja brúgv millum tey ymisku almennu tilboðini, so tað eitt nú eisini eru tilboð til kvinnuna, tá hon er vorðin mamma.

– Vit gera eitt stórt arbeiði fyri at finna fram til tær kvinnur, sum hava tørv á eyka hjálp og stuðuli, tá tær eru við barn. Tilboðini eru serliga ætlað barnakonum við sosialum og sálarligum trupulleikum.

Úrslitini av verkætlanini eru einastandandi góð, sigur stjórin fyri jarðamøðrunum, Trine Mottlau, í samrøðu við Jyllands Posten.

Les meira hjá Jyllands Posten

Onnur tíðindi